Sum skrivað á Portalinum fyrr í dag, so hevur samstarvið hjá VB og TB um smádreingjaliðið aftur givið úrslit, hesaferð hava teir vunnið steypakappingina
Tá liðið kom til Suðuroyar stóðu fegin viðhaldfólk fyri teimum, og tá liðið kom til Vágs, var fýrverk skotið, meðan lastbilurin við smádreingjunum koyrdi gjøgnum bygdina og vestur á Eiðið.
Har var móttøka í VB-Húsinum og myndatøka, og sum myndin ber boð um, so er tað eitt stolt og fegið felagslið, ið stillar til myndatøku, eftir at hava vunnið steypakappingina.