Stórfingin móttøka fyri VB steypavinnarunum

Tá kvinnuliðið hjá VB kom til Vágs leygarkvøldið, eftir at hava vunnið steypafinaluna, høvdu viðhaldsfólk skipað fyri stórari móttøku

Ítróttur

Kvinnuhondbóltsliðið hjá VB vann leygardagin steypafinaluna í spennandi dysti ímóti VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Tá liðið kom til Vágs nakað eftir klokan 23 leygarkvøldið, var stór móttøka. Fýrverk varð skotið og í VB húsinum var móttøka. Lagið var gott og viðhaldsfólk høvdu skipað fyri, so smurt breyð var at fáa og liðið varð heiðrað við lukkuynskjum, blómum og røðum.
Í róminum kom fram, at tað ikki er ein fremmand hugsan hjá VB leikarum og fyriskiparum, at føroyameistaraheitið eisini skal til Vágs.
Eftir móttøkuna var dansur.