Stórfingin gáva við ongum móttakara

28. apríl 2007 vóru umboð frá hálendsku løgregluna í Føroyum og handaðu løgmanni, sum verja fyri Bjargingarfeløgunum í Føroyum, eina stórfingna gávu. Talan var um eina rúgvu av radiosamskiftisútgerð, sum skuldi vera eitt stórt íkast til ta føroysku tilbúgvingina. Løgmaður handaði beinanvegin útgerðina yvir vil LFB. Talan var um 140 handbornar sendarar, 10 anlegg til bilar ella bátar og 6 umsetarar at seta upp úti um landið so at tryggjast kundu betri sendaraumstøður

Arbeiðið hevur gingið toluliga. Færøernes Kommando, Kall og Landsverk hava givið tilmæli um, at útgerðin kann koma ókeypis inn í teirra hølir. Søkt hevur eisini verið til Føroya Tele, men har er einki at heinta.

LFB hevur arbeitt við at fáa sett radioútgerðina upp, men av tí at hetta er nakað kostnaðarmikið bleiv søkt um stuðul til verkætlanina frá Fiskimálaráðnum. Talan er um eingangskostnað uppá kr. 43.100 fyri góðkenning av útgerðini og fyri árligan rakstur uppá kr. 182.125.

Fjarðskiftiseftirlitið skal geva frekvensloyvi og góðkenna øll tólini umframt at gjaldast skal fyri stovning av hvørjum einstøkum tóli. Søkt hevur eisini verið um at sleppa undan at gjalda fyri góðkenning, frekvensleigu og stovning, men Fjarðskiftiseftirlitið vil ikki ganga umsóknini á møti.

Ein kann undrast yvir hettar tí henda útgerð er eitt sera gott íkast til alla ta Føroysku tilbúgvingina, sum er komin til landið ókeypis.

Beint undan løgtingsvalinum var fundur við táverandi landsstýrismann í tilbúgvingarmálum, men orsaka av valinum steðgaði hetta upp, og einki hevur verið at frætt síðani.

 

Missa møguliga útgerðina í summar

Hálendingar hava ferð eftir ferð spurt hvussu gongur at fáa útgerðina upp, men enn hevur bara verið roynt sum frægast at tosa seg burtur úr hesum.

Hálendingarnir koma til Føroya í summar, og er einki hent við útgerðini tá, so taka teir hana aftur við sær, fleiri líknandi prosjekt eru koyrandi í Namibia og Brasilia, nevnast kann, at tosað hevur verið um at LFB hevur møguleika at fáa meira útgerð um áhugi er fyri tí.

Tað vildi verið stórt spell og ein stórur missur fyri tað Føroysku tilbúgvingina og ikki minst skomm, um løgmaður bleiv noyddur at handað útgerðina av landinum aftur í summar.

 

Spurningar til Tórbjørn Jacobsen

Undirritaða setti í farna mánaði Tórbirni Jacobsen ein munnligan fyrispurning í løgtinginum um hesi viðurskifti, men av tí at landsstýrismaðurin var burturstaddur, tá fyrispurninguirn skuldi svarast, og tíðarfreistin fyri at seta munnligar fyrispurningar í hesi tingsetuni er farin, loyvi eg mær at spyrja landsstýrismannin spurningarnar ígjøgnum fjølmiðlarnar. (Spurningarnir eru orðaðir, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 var lagt fram.)

Er peningur settur av til radioverkætlanina til ta Føroysku tilbúgvingina á fíggjarlógini?

Um ikki, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hví landsstýrið hevur valt, ikki at seta pening av til endamálið?

Um peningur er avsettur til endamálið, merkir tað so, at bjargingarfeløgini missa eina tilsvarandi upphædd av tí stuðli, sum annars hevur verður veittur teimum?