Saman við feløgunum í Formula-deildini, vórðu tvey feløg drigin í pottin, sum fór beinleiðis í næsta umfarið, og hesi gjørdust ÍF og SÍ.
Hini liðini, sum ikki eiga umboð í Formula-deildini, skulu spæla soleiðis í fyrsta umfari.
TB-B68
Undri-MB
FSV 04-NÍF
LÍF-Fram
Síðani varð lutur kastaður um, hvussu sterkastu liðini skulu spæla, tá farið verður undir næsta umfarið. Her fall lutakastið so, at mest sum øll tey lægst styrkismettu liðini komu úr pottinum fyrst, og so vóru bara Formula-lið eftir at draga. Her verður størsti áhugin ivaleyst kring dystirnar í Runavík, har HB kemur á vitjan, og í Gøtu, har KÍ kemur á vitjan. Lutakastið til næsta umfarið gjørdist annað hetta.
Skála-FSV 04/NÍF
ÍF-Undri/MB
TB/B68-SÍ
LÍF/Fram-VB/Sumba
B36-AB
GÍ-KÍ
NSÍ-HB
EB/S-B71