Stórdystur á Svangaskarði

Hóast hitastigini neyvan vera tey somu har, sum í Istanbul fyri viku síðani, so sær út til at veðrið verður av tí allarfagrasta.

 

Eingin ivi er um, at Víkingaleikarar stóðu seg sera væl á nærum fullsetta leikvøllinum í Istanbul, hóast eitt 3 - 0 tap.

 

Spennandi at síggja, hvat Víkingur hesaferð megna gera við stjørnurnar úr Besiktas, men eingin ivi er um, at teir fara eftir einum so góðum úrsliti sum gjørligt, hóast møguleikin at leika okkum víðari í kappingini er farin. Hinvegin so prógvaði HB í týskvøldið, at á heimavølli kann alt lata seg gera.

 

Talan er um eina sera forrkunnuga fótbóltsvitjan, tí tað er ikki á hvørjum degi, at slík feløg vitja oyggjarnar. Hetta man, saman við vitjanini hjá Manchester City fyri árum síðan, vera størsta fótbóltsvitjan nakrantíð.

 

Europa League dysturin ímillum Víking og Besiktas byrjar klokkan 19.00 í kvøld á Svangaskarði.