Stórband konsert í kvøld

Stórband Musikkskúlans hevur konsert á Hvonn í kvøld klokkan 20.

 

Skansabigbandið – sum tað eisini verður kallað – er orkestur við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla. Orkestrið er á venjingarlegu alt vikuskiftið áðrenn framførsluna í kvøld.

 

Fleiri konsertur eru fyri framman, og í oktober fer orkestrið á rundferð í Danmark.

 

Á skránni eru bæði nýskrivað føroyskt løg og eldri jazzløg.

 

Føroysku løgini eru skrivað av og lagt tilrættis av: Heðini Z Davidsen, Herluf Lútzen, Kim Kristensen og Magnussi Johannessen.

 

Konsertin er ókeypis, men møguligt verður at stuðla orkestrinum við at leggja eitt oyra eftir sær, siga fyrireikararnir.

 

 

 

?

?