Stóratjørn - ein vanlukka fyri Havnina

Sum gamalt havnarfólk við stórum alski til Havnina, má eg biða tykkum í Tórshavnar býráð: Vælsignað verið tykkum. Gjøgnumføri IKKI byggiætlanina hjá P/F Jákupi Á Dul »Stórutjørn« í Hoyvíkshaganum - ikki beint, sum hon er nú!!! Hetta má gerast nógv betri, sigur Elin Heinesen

Elin Heinesen, blaðstjóri


Góðu býráðslimir - leypið ikki framav, men gerið tað rætta, nú henda avgerð skal takast, sum fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina í Havnini og í øllum meginøkinum.

Og til tykkum í P/F Jákup á Dul - misskiljið meg ikki. Eg eri IKKI ímóti visión tykkara um framburð. Tvørturímóti. Eg eri púra samd í, at Havnin sjálvandi skal menna seg. Eg eri so avgjørt fyri, at Havnin skal byggjast út við fleiri bústøðum og hentleikum til borgararnar, og at vit skulu skapa møguleikar fyri øktum vinnulívi í Havn. Eg droymi eisini um eina størri, meira nýmótans Havn við bústøðum, sum fólk hava ráð til at búgva í. Eg droymi um eina livandi Havn, vit kunnu trívast væl í og vera erpin av at eiga og vísa fram fyri teimum, sum koma at vitja okkum. Fínasta slag!

Og eg skilji væl eldhugan og fagnaðin, sum er millum havnarfólk í løtuni fyri hesi ambitiøsu ætlan. M. a. tí hon inniber lyfti um loysn upp á húsaneyðina og um nógvar hentleikar, fólk hava saknað í býnum. Nógv síggja hetta sum nakað jaligt og eitt kærkomið framstig fyri Havnina. Nú ber kanska endiliga til at taka tráðin upp aftur frá euforisku 80unum, har visiónirnar eisini vóru stórar um at gera Havnina til ein metropol - um tær enn vóru ov stórar tá, til at veingirnar kundu bera.

Herma eftir vánaligum útlendskum hugskotum
Men, men....! Eg má ganga ímóti rákinum og rópa varskó, tí eg eri avgjørt ikki vís í, at júst HENDA byggiætlanin - í hesum haminum - veruliga fer at skapa framburð fyri Havnina...! Eg eri rættiliga vís í, at tit eru í ferð við at gera eitt risa mistak! Eg vildi so treyðugt dryppa malurt í bikarið, tí nú vóru øll akkurát so glað og forblendað, men onkur má og skal siga hetta:

Tá vit hugsa um bústaðarøkið í Stórutjørn fyrst og fremst - og hyggja at tí arkitektoniska og at møguleikanum fyri trivnað fyri íbúgvarnar - so er henda byggiætlan í mínum eygum avgjørt ikki nakað framstig, men - tíverri - eitt stórt afturstig! Lat okkum ikki einaferð enn forfella til at gera somu mistøk, sum onnur longu hava gjørt uttanlands. Øll tosa um altjóðagering, men hví velja at herma eftir teim vánaligastu útlendsku hugskotunum? Í hesum førinum at byggja ein býling í betonghetto stíli - ein stílur, sum langt síðani er útspældur aðrastaðni í framkomnum londum!

Nógvastaðni úti í heimi eru samanberiligar ætlanir settar í verk fyri fleiri ártíggindum síðani, men har hava fólk gjørt ta beisku sannroynd, at hesin mátin at hugsa íbúðarbygging uppá roynist rættiliga illa í praksis! Á pappírinum tykist tað funktionelt og rationelt - og tí lokkandi - at byggja tílíkar býlingar, men sannroyndin er, at rationalitetur einsamallur ikki skapar trivnað, lív og virkni. So einfalt er tað tíverri ikki. Har skal annað og meira til!

Nógvar ræðumyndir úti í heimi
Nóg mikið er til av ræðumyndum: Tak nú bara íbúðarblokkabyggingina í Godthåb/Nuuk í Grønlandi, sum var ein vanlukka fyri býin... Ella hugsa um Avedøre Stationsby ella Ishøj í Keypmannahavn, Gellerup Parken í Århus og Vollsmose í Odense, Vapnagaard í Helsingør o.m.fl., har íbúgvarnir hava góðar íbúðir og atgongd til allar hentleikar í økjunum. Ja, hugsa um næstan allar býlingar ella forstaðir av líknandi slag - ikki bara í Danmark, men í øllum heiminum - við røðum av høgum húsum við stórum opnum víddum inn ímillum - ofta í tilknýti til handils-, vinnu- og stuttleikaøki. Alt samalt býlingar, sum so nógvar góðar ætlanir og vónir blivu lagdar í serliga tá í 50unum, 60unum og 70unum, tá vælmeintir arkitektar úttonktu hesar - eftir tátíðarinnar málistokki - genialu og funktionellu býlingar.

Men hvat endaði tað við, tá býlingarnir vóru tiknir í brúk? Í øllum førum ikki tí, sum fólkini aftanfyri droymdu um. Einki bleiv heilt sum væntað. Tað gekk mikið gott í fyrstani. Familjur fluttu inn í stórum tali. Tey vóru glað fyri tær góðu, rímiliga bíligu og rúmligu íbúðirnar við góðum útsýni - og ikki minst fyri, at alt, sum tey høvdu brúk fyri, var tætt hjá. Men tíverri vardi gleðin stutt.


Spøkilsisbýir og heimstaðir fyri kriminalitet
Býlingarnir gjørdust ghettoir fyri tey ressursuveiku og eru í dag allir meira ella minni kveikjandi heimstaðir fyri kriminalitet, harðskap, misbrúk, ótta og mistrivnað hjá íbúgvunum... Ikki tí tað upprunaliga eru annanfloks borgarar, ið búgva har (sum summi hava lyndi til at tulka tað), men heilt einfalt tí, at búhátturin í sær sjálvum framelskar ótta og asosiala atferð - og við tíðini ger íbúgvarnar til tað, onnur síggja sum annanfloks borgarar! Tað hevur m.a. nakað við vantandi trivnaðin at gera. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg í royndum, at fólk ikki trívast í longdini í trappuuppgongdum í betonbygningum við nógvum hæddum. Hesin mátin at búgva uppá fremmandager fólk - av nógvum ymiskum orsøkum, sum onnur helst kunnu lýsa betri. (Sí faktaboks).

Hvør hevur ikki eisini hoyrt um, hvussu fólk, ið búgva tílík støð, klaga um, at tey ikki ein gang kenna sín egna granna, hóast tey hava búð síð um síð í eitt langt áratal. Hesin búháttur elvir einsemi, ótta og illgiting millum fólk, sum aftur hevur við sær, at fólk taka seg enn longur burtur frá hvørjum øðrum. Soleiðis byrjar óndi spiralurin. Alt hetta til samans fær fólk til helst at vilja halda seg innanfyri í íbúðunum. Tær opnu víddirnar millum húsini og stóru parkeringskjallararnir standa tí fólkatóm og eru tí eisini við til at skapa enn meira ótrygd hjá teimum, sum hava sína gongd har, og býlingarnir enda sum reinir spøkilsisbýir.

Umhvørvið fremmandager og skapar stættarmun
Fyri at taka tráðin uppaftur um, hvat hendi í betonghettounum, áðrenn tað kom so langt: Jú, spakuliga byrjaðu tær meira ressursusterku familjurnar at flyta út úr íbúðunum fyri at finna betri og tryggari støð at búgva. Íbúðir stóu tómar, hóast húsaneyð var aðrastaðni í býnum. Húsaleigurnar máttu læðkað, og tað bar við sær, at bert tey ressursuveiku vóru eftir. Og at bert ressursuveik søktu inn at búgva - tey, sum ikki høvdu ráð at búgva aðrastaðni, og sum tí máttu lata sær lynda. So við og við sóu onnur býlingarnar sum støð, eingin annar enn fólk við fíggjarligum og sosialum avbjóðingum kundu búgva í. Hetta fremmandagjørdi og isoleraði betonghettoíbugvarnar enn meira í mun til tey, sum búðu uttan fyri býlingin. Betonghetto-íbúgvarnir kendu seg meir og meir sum minni ment enn onnur fangað í ghettoini og stigmatiserað sum annanfloks borgarar - og fóru eisini at bera seg at hareftir.

Soleiðis hava býlingarnir í sær sjálvum verið við til at skapa ein týðiligan stættarmun, sum kanska slettis ikki var so eyðsýndur áðrenn. Og heldur ikki er tað í Havn... enn! Stættarmunurin er við til at skapa og herða trupulleikar í umhvørvinum, m. a. við at tey ungu, sum búgva slík støð, ofta hava lyndi til at gera harðrendari uppreistur, enn ung vanliga gera aðrastaðni - móti foreldrunum, móti samfelagnum, sum tey kenna seg minni virðismett av enn onnur ung.

Óhóskandi til føroyska lands- og veðurlagið
Eg veit ikki, um tit, ið standa aftan fyri Stórutjørn-ætlanirnar hava umhugsað, hvussu vind- og veðurlíkindini ávirkast av bygningunum. Tey flestu, sum hava búð ella bara gingið millum tílíkar meir ella minni høgar bygningar við opnum plássum ímillum úti í forstøðum kring flestu størri donsku býir t. d., hava upplivað, at sjálvt í góðveðri er altíð ein rættiliga ófýsin gjóstur har - ofta eisini knappar hvirlur, sum tykjast at koma allastaðni frá. Tað hevur sjálvandi nakað at gera við aerodynamikk - og fyribrygdi vil altíð vera, har sum høg hús standa við opnum plássum ímillum.

Nógvir føroyingar, sum hava verið í Keypmannahavn, hava kanska lagt til merkis hetta fyribrigdi, um tey hava gingið undir SAS-hotellinum mitt í býnum beint við Høvuðsjarnbreytastøðina. Sjálvt í allarfagrasta veðrið, tá tað er logn alla aðrastaðni, merkist hesin ófýsni gjósturin har allatíðina. Lotar tað bara eitt lítið sindur, koma hesar knøppu hvirlurnar beinanvegin. Tað ber t. d. slettis ikki til at hava fortovscaféir eitt sovorðið stað, tí eingin kann sita har fyri gjóstrinum og hvirlunum. Tí er eitt av teimum mest sentralu støðunum í Keypmannahavn, sum kundi verið eitt sera hugnaligt umhvørvi við fínasta sólargangi og lív og levnað, næstan altíð fólkatómt! Fólk skunda sær framvið sum skjótast fyri at koma burtur frá hesum ófýsna stað.

Stórar víddir ræða fólk burtur
Tað er tíverri eisini ein sannroynd, at víddirnar millum høgu húsini í forstøðunum rundan um størri býir, sum arkitektarnir ímyndaðu sær skuldu yðja av lívið og fólkum, sum hugnaðu sær og spældu saman, oftast liggja gapandi tómar, tí eingin kennir seg væl í hesum gjóstrinum. Nógvastaðni hava tey roynt at planta runnar og trø sum vernd, men tað hjálpir lítið. Og teir frammanundan so óttafullu íbúgvarnir brýggja seg kortini heldur ikki um at ganga millum runnarnar burturfrá húsunum.

Tá vindur er ein trupulleiki í slíkum býlingum, sum liggja nógv veðurbetri støð enn í Føroyum, kann ein bara gita sær til, hvussu stórur trupulleikin so ikki man fara at vera við høghúsum eitt so veðurhart stað sum í Hoyvíkshaganum...! Tað er jú ein orsøk til, at gomlu føroyingarnir ikki valdu at fara niðan í hagan at byggja langt frá hvørjum øðrum, men hava savnað seg í bygdum niðri við fjøruna, har teir bygdu smáu húsini tætt saman, so tey kundu verja fyri hvørjum øðrum. À tann hátt skaptu teir gomlu veðurgóð og gróðrarmikil støð nógvastaðni í Føroyum. Fólk, sum búgva í hesum eyðkenda føroyska hugnaliga umhvørvinum eru eisini tryggari, meira sosial og trívast nógv betri enn tey, sum búgva i spøkilsisforstøðum uttanfyri flestu býir í heiminum. Og tað hevur einki við tað at gera, at føroyingar bara av nátúr eru meira sosialir enn onnur!

Uttanlands vera betonghetttoir rivnar niður
Hví skulu vit herma eftir miseydnaðum búformum hjá øðrum, tá vit sjálvi hava funnið ein máta at búgva uppá, sum í royndum hevur víst seg nógv meira lívføran fyri trivnaðin? Óføroyski byggistílurin við høgum húsum, sum standa spjadd við stórum plássum millum húsini, er í roynd og veru eisini ein sera ring gagnnýting av plássi, tí opnu víddirnar enda við at tæna einum einasta endamáli - at hýsa endaleysum røðum av bilum, sum fólk skunda sær úr og í fyri sum skjótast at koma burtur frá hesum kalda, ófýsna og troystasleysa landslagi!

Nei, betonghettoir er einki fyri ein bý at vera erpin av. Líka mikið hvussu nógvir góðir hentleikar eru savnaðir nærhendis fyri borgararnar - eru tílíkir býlingar í royndum ikki attraktiv støð at búgva kortini. Hetta hava fólk uttan fyri Føroyar sannað so dyggiliga. Í USA, sum er enn meira framkomið enn vit her í Evropa, og sum vit plaga at fylgja í útviklingi - bara forskotið við einum 10-20 árum - hava tey leingi upplivað, hvussu trupulleikar sýnast at klína seg uppat betonghettoum. Tey hava so við og við sannað, at menniskju heilt einfalt ikki eru egnað til at liva í slíkum umhvørvi, og hava tí valt at niðurríva ein býling fyri og annan eftir, sum er bygdur í hesum stíli - fyri síðan at byggja aftur á sama stað á annan hátt: Lægri bygningar við blandaðum stíli og funktión, sum standa tættari saman og við møguleika t.d. fyri smáidnað og handils- og cafélívið í gøtunum. Fleiri staðni í Evropu eru tey eisini byrjað at ríva betonghettoirnar niður - av tí einfaldu orsøk, at sami neiligi útviklingur ger seg galdandi eisini har. Og nú vilja fólk, at vit skulu seta tað sama í verk her í Føroyum...??!!

Hví skulu vit detta í øjebæ-felluna?
Bara við fyrsta eygnakast, tá eg sá tekningarnar av Stórutjørn-byggiætlanini í bløðunum, hugsaði eg: Áh nei, hví skulu vit adoptera hvørja einastu miseydnaðu verkætlan, modernaða sivilisatiónin framleiðir í altjóðagerarinnar heilaga navni? Hví SKULU vit ígjøgnum tey somu mistøkini, áðrenn vit sanna, at vit eisini detta í somu fellu? Tað er ov býttisligt, so eg reyk í blekkhúsið at skriva hetta í vónini um, at geva íblástur til betri umhugsni.

Eg hugsaði eisini straks um tað danska hugtakið, Ekstra Blaðið kom við fyri skjótt mongum árum síðani, tá tað hevði eina kampagnu ímóti illa úr hondum greiddum, ja, nærmast katastrofalt vánaligt tonktum arkitekturi í Danmark - teir róptu tað: »Øjebæ!«.

Vit hava enntá okkara egna heimliga dømi um øjebæ, nemliga betonbygningarnir á Landsjúkrahúsøkinum B71-B74, sum nú nøkur ártíggjundi eftir, teir blivu bygdir, ikki bara eru ljótari enn nakrantíð, men eisini í vandamikla ringum standi, m. a. tí bygningarnir í sær sjálvum ávirka vindin á staðnum, sum gerst harðari og tí slítur meir upp á bygningarnar. Eingin heldur tað vera serliga deiligt at búgva har. Nei, eingin trívist í øjebæ í longdini.

Vit fara at angra tað
Tað er møguligt, at tað á pappírinum sær hugtakandi og spennandi út við stórum, høgum bygningum á rað og víðum parkeringsfløtum ímillum. Í forholdinum 1:25.000 tekur tað seg væl út, men hyggur tú bara eitt sindur nærri eftir - og ímyndar tær evt. at tú fert niður í umhvørvið og sær tað í forholdinum 1:1, er søgan ein onnur. Vit vilja so fegin vera sum hini í londunum rundanum okkum, men gloyma bara at hyggja at royndunum hjá teimum - ja, enntá okkara egnu. Tey, sum eru komin eitt sindur uppí árini, minnast kanska, hvussu hugtikin fólk vóru av Landssjúkrahúsbyggingini, tá bústaðarblokkarnir vóru bygdir. Kenslan var, at nú fingu vit í Føroyum endiliga okkurt, sum luktaði eitt sindur av av altjóðagering, og sum gjørdi Havnina meira nútíðarhóskandi og fólk vóru erpin av tí. Men bert eitt ártíggjund aftaná var fólkastemningurin helt vendur við.

Um byggiætlanin í Hoyvíkshaganum verður sett í verk, eri eg púra vís í, at helst bara eitt ártíggjundi fer eisini, til at havnarfólk fara at angra, at tey ikki hugsaðu seg betur um, tá tað nú endiliga skuldi vera - tá størsta byggiætlan nakrantíð í Føroyum varð sett í verk.

So eg krossi fingrarnar og vóni so innarliga, at tit í býráðnum í Havn nú ikki fara at blaka okkum út í at gera somu arkitektonisku mistøk, sum býir aðrastaðni úti í heimi hava (angrað, tey hava) gjørt. Jú, visiónir eru neyðugar. Framburður skal til. Men hetta ber brá av stórheitsvanvidinum frá 80unum. Hava vit einki lært? Lat tað ikki vera hetta, sum stendur eftir tykkum, tí hetta verður ikki nakar varði at vera erpin av. Um byggiætlanin verður gjøgnumførd soleiðis, sum hon sær út nú, verður tað eftir míni meting einki minni enn ein vanlukka fyri Havnina!

Rík mentan gevur ríkt vinnulív
Heldur skulu vit læra av mistøkunum og gera nakað annað, sum er nógv skilabetri - og líka ambitiøst. Ja, meira kanska. Vísa heiminum, at vit - ístaðin fyri drepandi betonforstaðarbygging - kunnu byggja hugnalig og inspirerandi býarumhvørvi, sum eru nógv betri fyri virknið og trivnaðin hjá borgarunum - við somu hentleikum fyri borgararnar, sum henda byggiætlan hevur - bara enn fleiri.

T. d. havi eg lagt til merkis, at tað mentanarliga glógvar við síni fráveru í P/F Jákupi á Duls byggiætlan...! Fáast Havnafólk nú á døgum veruliga ikki við annað enn at íðka ítrótt og at shoppa í frítíðini? Eg spyrji bara.... Hví skal leikluturin hjá mentan og list enn einaferð undirmetast?

Óteljandi kanningar uttanlands vísa, at bara býir, sum hava eitt breitt mentanarligt útboð, megna at tiltrekkja nóg stórt tal av ressursusterkum og produktivum fólki, sum kunnu skapa meirvirði fyri býirnar. Skilagóð fólk seta høg góðskukrøv, tey krevja andaliga føði - tey tíma ikki at búgva í býum, har tey ikki fáa bjóðað nóg mikið av andaligari føði ( og her hugsi eg ikki bara um Várharra). Tí er tað prógvað ferð aftan á ferð, at tað er ein ósvikaligur samanhangur millum eitt ríkt mentanarlív og eitt ríkt vinnulív! Hetta hevur loysnin hjá P/F Jákupi á Dul eftir míni meting slettis ikki tikið hædd fyri.

Setið ein arbeiðsbólk at umhugsa ætlanina umaftur
Og so aftur til P/F Jákup á Dul og býráðið: Góðu tit. Um áhugi er til tess, eri eg fús at bjóða meg fram til at luttaka í einum arbeiðsbólki, sum kann koma við konstruktivum hugskotum til, hvussu vit loysa vandamálini í býnum - og ístaðin skapa eina nýggja byggiætlan, sum tryggjar, at Havnin fær ein vakran, hugnaligan, virknan og ikki minst veðurgóðan býling, sum hóskar nógv betur til føroyska lands- og veðurlagið og til føroyska fólkið - m. a. við loysnum til húsaneyðina og møguleikum fyri alskyns aktivitetum fyri borgararnar, sum eru Havnini verdugir, og sum draga produktiv góðskutilvitandi virkin fólk til býin, heldur enn bara tey ressursuveiku.

Stutt sagt: Ein livandi og tryggan býling við ein virknum vinnu- og mentanarlívi, har fólk av øllum stættum fara at stórtrívast hvørt um annað.
Teldupostadressa: HYPERLINK "mailto:elinhein@mail.dk" elinhein@mail.dk



Fyri at fáa meira at vita um ghettoisering, lesið: Regeringens strategi mod ghettoisering her:
HYPERLINK "http://www.inm.dk/publikationer/regpub_ghettoisering/index.htm" www.inm.dk/publikationer/regpub_ghettoisering/index.htm