Tá Garrett la Fever misti tummilin undir sniðkaraarbeiði, settu læknarnir í fyrsta umfari tummilin á aftur. Men úrslitið var vánaligt, og hann var ikki nýtiligur. At enda var ein plastikkskurðlækni, sum skjeyt upp, at flyta stórutá, soleiðis, at hon í staðin kundi gerast til tummil. Tað veit abc-news. Skurðviðgerðin, sum var framd í San Fransikso, tók 6 tímar, og tað er nú hálvurannar máðni síðani. Og tað vísir seg, at stóratáin fungerara væl sum tummil. Hann hevur verið noyddur at venja seg við at ganga og at halda javnvágini við ongari stórutá, men tað tykist ganga væl.









