Ídnaður
Fuglafirði:
Ein grønlendskur línubátur liggur á Fuglafirði, har hann verður umbygdur fyri einar tvær-tríggjar milliónir. Tað eru fyritøkur i Eysturoynni, sum gera arbeiðið.
Tað er fyrrverandi Miðvingur, sum í løtuni verður umbygdur í Fuglafirði. Skipið skal riggast til garnafiskiskap, eins og nýggj verksmiðja verður sett í skipið, og sandblást og málað verður eisini.
Reiðaríið Brdr. Lybert úr Manitsoq hevur keypt skipið úr Noreg, og er tað ávegis til Grønlands komið til Føroya til umbygingar.
KJ-Hydraulik á Kambsdali ger sjálvt umbyggingararbeiðið. Ætlanin er, at skipið skal brúkast til kombineraða garna- og línuveiðu undir Eysturgrønlandi.
Eisini annað arbeiði skal KJ-Hydraulik gera. Ymiskt vanligt servicearbeiði og eisini okkurt fyri klassan.
Skipið er í løtuni skrásett undir hentleikaflaggi, og ein av uppgávunum KJ-Hydraulik er millum annað at syrgja fyri øllum í sambandi við umflagging til grønlendskt flagg.
Nýggj verksmiðja verður gjørd umborð, og henni tekur FJM i Runavík sær av, meðan felagið Sandblásing við Ljósá stendur fyri sandblásing og máling.
Alt í alt verður arbeitt fyri eina tvær tríggjar milliónir umborð á hesum skipinum, sigur Ólavur A. Olsen, stjóri hjá KJ-Hydraulik.
Nógv at gera
Hann letur hampiliga væl at gongdini í løtuni. Smiðjurnar hava væl at gera, sigur hann, hóast tað ikki er, sum tá tað var upp á tað mesta.
?Nú tykist, sum tað ringasta trýstið er farið av, sigur hann. Og hann grundar tað partvís á, at nú eru vinnutólini aftur komin í so mikið frægan stand, at ikki er brúk fyri smiðjum alla tíðina.
?Sannleikin var tann, sigur Ólavur Olsen, at skipaflotin var so niðurslitin aftan á kreppuna, at skipini høvdu alla tíðina fyri neyðini at verða kínd og kelað fyri at hanga saman.
Nú eru færri umvælingar. Lutvíst tí tær stóru eru gjørdar, men eisini tí, at nú eru partar av flotanum skiftir út við nýggjari skip, sum ikki hava tær øgiligu umvælingarnar fyri neyðini.
Eisini kann tað spæla inn, heldur hann, at fleiri nýggj skip eru ávegis, og eigararnir hava tí líkasum ikki hug at brúka pening upp á tað gamla, sum kortini veður lagt ella kanska selt.
Men hóast tað tykist vera komið meira í fasta legu við smiðjuarbeiðinum nú, er einki, sum bendir á, at tað fer at gerast ov lítið kortini. Allar smiðjurnar hava tað, tær klára, og folkið kennir seg trygt og hevur ikki grund til at óttast nakað arbeiðsloysi, sigur stjórin á KJ-Hydraulik á Kambsdali.
Nýbygningar
Kj-Hydraulik eigur eisini smiðjuna Hydro-Tech á Eiði. Og har manglar fólk í løtuni. Lýsing hevur verið at sæð í blaðnum, har søkt verður eftir smiðjum og sveisarum til Hydro-Tech.
?Tað kemst nú mest av, at onkur er farin í annað starv, og vit skuldu so brúka fólk, sigur Ólavur Olsen.
Men tað knípur at fáa smiðir, sigur hann. Einir tveir sveisarar hava boðið seg fram, men eingin smiður.
Hydro-Tech hevur smíðað fleiri alibátar úr aluminium. Tvíkiljur. Og tí fara teir at halda fram við, sigur stjórin.
Í komandi viku verður ein latin Fiskaaling, og í juni verður tann næsti eftir ætlan latin Atlantic Seafarms hjá Hera Hjelm.
Tá hann er farin, er eingin sáttmáli eftir, sum støðan er beint nú, sigur Ólavur Olsen, Men fleri fyrispurningar eru, so áhugin er har.