Stórar ætlanir í Skálavík

Í seinastuni eru søgurnar rættiliga farnar at ganga í Sandoynni um, at stórar íløgur verða gjørdar í Skálavík í næstum. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, váttar, at umsókn er komin um eitt øki, sum 11.000 fermetrar til víddar, og at bygdarráðið hevur játtað hesum

SANDOY

 
 
Stórur áhugi er fyri Sandoynni í hesum døgum. Eftir at Sandur hevur fingið listasavn, og at ætlanir eru um at geva bygdini bókasavn, eru leysasøgur farnar at ganga um, at stórar íløgur verða gjørdar í Skálavík.
Graml hevur verið eina tíð í oynni um, at Eiler Jacobsen, reiðari, hevur ætlanir um at byggja ítróttarhøll, svimjihøll og samkomuhús í bygdini.
Sjálvur vil Eiler Jacobsen ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, men Linjohn Christiansen, borgarstjóri, váttar fyri Sosialinum, at ein umsókn er komin til bygdarráðið í Skálavík um eitt øki, sum er 11.000 fermetrar til víddar, og at bygdarráðið hevur játtað.
- Hetta er viðgjørt í einum jaligum anda í bygdarráðnum, sigur Linjohn Christiansen, sum tó leggur afturat, tey nú arbeiða við tí løgfrøðiliga partinum av málinum, og at tey nú bíða eftir, hvussu leikur fer.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Endurskoða bygging av ítróttarhøll
 
Páll á Reynatúgvu, bygdaráðsformaður á Sandi og annar av tingmonnunum fyri Sandoynna, sigur seg einki kenna til málið frá bygdarráðsarbeiðnum á Sandi, men at hann hinvegin sum so nógv onnur hevur lagt oyra til slaturin um hetta málið, og um hald er í tíðindunum, heldur hann hetta vera sera positivt.
- Vit kunnu skjótt lata eina gávubúð upp í Sandoynni, sigur Páll á Reynatúgvu skemtandi.
Sandoyartingmaðurin metir hinvegin, at hetta kann føra við sær, at kommunurnar í oynni, sum gjøgnum skúlasambandið eru komnar rættiliga langt í ætlanunum við at byggja nýggja ítróttarhøll í oynni, noyðast at endurskoða hesa verktætlan.
Gerhard Lognberg, bygdaráðsformaður í Skopun og tingmaður fyri Sandoynna, er formaður í skúlasambandinum, sum stendur fyri byggingini av nýggjari ítróttarhøll. Hann sigur seg einki kenna til málið. Tí kann hann ikki siga, um hetta fær avleiðingar fyri ítróttarhøllina hjá kommunum í oynni, men hann sigur seg kortini fegnast um tíðindini.
- Hann skal vera meira enn hjartaliga vælkomin, sigur Gerhard Lognberg.
 
 
 
MYNDATEKSTUR:
 
Linjohn Christiansen, borgarstjóri, váttar, at bygdarráðið í Skálavík hevur fingið eina umsókn um eitt øki, sum er 11.000 fermetrar til víddar. Enn er óvist, um hetta fær avleiðingar fyri ítróttarhøllina, sum kommunurnar í Sandoynni ætla at byggja