Hetta til 2020 ætlar stjórnin at lækka skattin av arbeiðsinntøkum meiri enn 14 milliardir krónur. Tað verður gjørt við at hækka løntakarafrádráttin, samstundis sum markið fyri, nær fólk skulu gjalda toppskatt, verður hækkað. Hetta seinna merkir, at í fólk skulu ikki gjalda toppskatt, fyrr enn ársinntøkan fer upp um 467.000 krónur, og sambært skattamálaráðnum verða tað 250.000 færri skattaborgarar, sum noyðast at gjalda toppskatt í framtíðini.
Men tey væl løntu skulu eisini gjalda. Stjórnin sigur, at forsyrgjarar, sum forvinna meiri enn 760.000 krónur um árið, skulu hava minni barnakekk, enn tey fáa nú. Hinvegin veksur kekkurin til tey eldru, men her ætlar stjórnin samstundis at skava eitt sindur burtur av grundupphæddini í fólkapensjónini. ??Stjórnin hevur roknað seg fram til, at skattaumleggingin ella -nýskipanin fer at útvega 14.600 arbeiðspláss hetta til 2020. ?
Broytingarnar umfata eisini vinnuna. Tann sonevndi íverksetaraskatturin fer úr gildi næsta ár, samstundis sum vinnufyritøkur fáa høvið til at avskriva meiri, enn tær annars hava havt loyvi til. Hetta merkir, at vinnufyritøkur fáa 15 prosent eyka skattafrádrátt fyri íløgur í maskinur og annan útbúnað. ??Men onkur skal gjalda skattanýskipanina, og teirra millum eru bankarnir og aðrir fíggingarstovnar, sum nú skulu gjalda eitt slag av meirvirðisgjaldi.
Stjórnin hevur ikki meiriluta í Fólkatinginum og fer alt fyri eitt undir at samráðast við aðrar flokkar fyri at fáa so breiða undirtøku sum gjørligt fyri broytingunum. Men eygleiðarar siga, at tað verður ikki lætt. Eindarlistin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, vil undir ongum umstøðum atkvøða fyri pørtum av uppskotinum, og tað sama hava teir borgarligu sagt. Tí verður stjórnin noydd at góðtaka eina ella aðra neyðsemju, ella at alt fer fyri bakka.









