Meiri enn 200.000 fólk vóru í gjárkvøldið í miðbýnum í Tel Aviv og kravdu, at stjórnin skal fremja tiltøk, sum skulu gera tað bíligari at liva í Ísrael. Sambært tíðindastovunum er hetta tað størsta mótmælistiltakið av hesum slagnum í ísraelsku søguni.
"Fólkið krevur sosialt rættvísi" og "Fólkið ímóti stjórnini" vóru slagorðini hjá mannfjøldini, neðan tey veitraðu við tí ísraelska flagginum og tí reyða flagginum hjá arbeiðararørsluni.
Løgreglan í Tel Aviv hevði góðkent mótmælistiltakið, og talsmaðurin hjá løgregluni, Micky Rosenfeld, segði við tíðinsastovurnar, at meiri enn 200.000 fólk tóku lut í mótmælunum í býnum. Hann visti eisini, at siga, at í Jerusalem høvdu umleið 30.000 fólk gingið mótmælisgongu til bústaðin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.