Stórar mótmælisgongur ímóti Gaddafi

Aftur í dag eru fleiri túsund fólk í gøtunum í teimum størru býunum í Libya, har tey mótmæla stýrinum hjá Moammar Gaddafi og krevja bæði hann og stjórnina frá. BBC sigur, at í býnum Al-Baida eru mótmælisfólk í ferð við at savna tjøld og annað í miðbýnum, tí at tey ætla at gera sær eina legu á torginum, eins og tey egyptisku mótmælisfólkini gjørdu á Tahrir-torginum í Kairo.

Í býnum Benghazi doyðu fleiri mótmælisfólk í samanbrestum við trygdardeildir í gjár, og óváttað tíðindi siga, at fleiri eru eisini deyð í samanbrestum í morgun. BBC sigur seg hava fingið at vita, at samanbrestir hava verið í Benghazi í morgun.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch vil vera við, at meiri enn 50 fólk eru deyð í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir í Libya síðani mánadagin.