Stórar broytingar á veg í barnaansingini í Havn

Býráðið sigur, at tað fer at gera umstøðurnar betri, men Pedagogfelagið ivast í um hetta er rætti mátin

Nú skulu allir dagstovnarnir í Tórshavnar Kommunu leggjast saman í fimm størri eindir, ið skulu hava sín hvør sín leiðara, sum so verður oman fyri leiðarunum á dagstovnunum sjálvum.

Tað er ein ætlan, meirilutin í Tórshavnar býráð arbeiðir við.

Annika Olsen, borgarstjóri sigur, at tað er mentamálanevndin hjá býráðnum, sum umsitur málið og tí er tað Gunvør Balle, forkvinnu í nevndini, sum er talsfólk hjá býráðnum í hesum føri.

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á hana, men á Facebook skrivar hon, at eitt endamál við hesum er at geva leiðarunum á teimum einstøku stovnunum betri umstøður til tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Eitt annað endamál er at tryggja, at børnini á øllum stovnunum fáa eina javnt góða námsfrøðiliga tænastu.

Pedagogfelagið sigur í eini viðmerking, at eftir teirra tykki fer ætlaði leiðslubygnaðurin ikki at hjálpa uppá tørvin hjá dagstovnunum.

Felagið sigur, at tað, dagstovnarnir hava brúk fyri, er at fáa fígging soleiðis, at fleiri tímar kunnu leggjast saman við børnunum, til fyrireiking, eftirmeting og djúphugsni.

Men Gunvør Balle sigur, at ætlanin er at játta dagstovnunum umleið 2,7 milliónir krónur, so at hvør stova á dagstovnunum, og hvør flokkur í frítíðarskúlunum, fær tveir tímar um vikuna til til fyrireiking, eftirmeting og djúphugsni.

Í Tórshavnar Kommunu eru næstan 40 dagstovnar, og Gunvør balle heldur, at við næstan 40 stovnsleiðarum, og einum deildarleiðara, er tað alt ov langt er ímillum leiðsluliðini.

Og endamálið við at leggja dagstovnarnar saman í fimm eindir, við hvør sínum eindarleiðara, er at tryggja ein samanhang í skipanini og at stytta frástøðuna ímillum leiðsluliðini.

Pedagogfelagið heldur, at tað kann vera neyðugt at brúka milliónir til eitt nýtt leiðslulið, men verða fleiri tímar ikki brúktir upp á børnini, er einki vunnið.

­Tey í Pedagogfelagnum halda, at skulu vit fáa betri ansingarstovnar, er loysnin at loyva leiðarunum at vera leiðarar, og at tryggja dagstovnunum nøktandi játtan, soleiðis at uppgávan at vera um børnini kann røkjast á fullgóðan hátt.

Ein skjót loysn, sum eisini kundi verið tað fyrsta stigið, hevði verið at tikið leiðslutímarnar burtur úr játtanini til dagstovnin annars.

Pedagogfelagið sigur, at onkur kann kanska halda, at við einum millumleiðara, sleppa leiðararnir á teimum einstøku stovnunum undan fleiri umsitingarligum uppgávum, og so kunnu teir brúka orku uppá námsfrøðiligu leiðsluna.

– Trupulleikin er bara tann, at fíggjarlig leiðsla og námsfrøðilig leiðsla hanga saman á teimum einstøku dagstovnunum.

– Tí er neyðugt, at leiðarin hevur allar heimildir at stýra stovninum, og ikki altíð skal fara longur upp í skipanina at biðja um loyvi.

– Tað hevði klætt kommununi væl at økt um játtanina til normeringarnar, soleiðis, at børnini fingu fleiri tímar saman við teimum vaksnu, sigur Pedagogfelagið.

Minnilutin í býráðnum tekur ikki undir við ætlanini at leggja dagstovna økið saman í fimm eindir við hvør sínum leiðara. Tey halda, at pengarnir skulu játtast til at seta fleiri pedagogar í starv, heldur at at skipa eina umsiting afturat, sum skal vera oman fyri leiðslunum á dagstovnunum.

Meiri um tað um eina løtu.