Hesa vikuna er fimta umfari næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Fyrsti dysturin var longu mikukvøldið, tá ið B68 vann 3-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá ÍF.
Í dag vera hinir fýra dystirnir spældir. Saman við B68 eru tað Giza Hoyvík og AB, sum eru einastu liðini, ið hava møguleika at flyta upp. Tey eru bæði á veg úr høvuðsstaðnum og út á bygd at spæla ídag.
Giza Hoyvík er á veg til Leirvíkar, har teir næstbestu hjá Víkingi bíða. At tað kann vera stór avbjóðing hjá teimum, sum hava møguleika at flyta upp, at hitta næstbesta Víkinga liðið, varð staðfest, tá ið B68 fyri tveimum vikum síðani legði rygg til 1-0 tap á útivølli ímóti Víkingi.
Giza Hoyvík hevur vunnið ein dyst, tvær ferðir spælt javnt og tapt einaferð.
AB er á veg til Klaksvíkar. Mteir næstbestu hjá KÍ hava higartil vunnið tvær ferðir og tapt tvær ferðir. Einasti heimadysturin í fýra teimum fyrstu umførunum var, tá ið KÍ í fyrsta umfari vann 4-2 á Víkingi í fyrsta umfa. Eftir at hava spælt javnt tríggjar ferðir vann AB fyri viku síðani 5-1 á heimavølli ímóti Víkingi.
Tveir dystir vera í Gundadali. HB fær vitjan av TB/FCS/Royn, sum er á triðja plássi við sjey stigum, meðan HB er á áttanda plássi við fimm stigum.
B36 fær vitjan av toppliðnum NSÍ, sum hevur trettan stig, meðan B36 er næstaftast við einum stigi.
Í dag
KÍ-AB: Jóan Hendrik Ellefsen kl. 15.30
Víkingur-Giza Hoyvík: Bjarki Danielsen kl. 13.00
HB-TB/FCS/Royn: Rúni Olsen kl. 13.00
B36-NSÍ: Alex Troleis kl. 11.00