Stóran týdning í niðurgongd

Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum saman við Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, hevur gjørt kanningina av føroyskum sjófólki í øðrum londum, er sannførdur um, at tað er sera gevandi fyri Føroyar í niðurgangstíðum, at vit hava sjófólk, sum kunnu fara út í heim at vinna sær pening, samstundis sum tey búgva í Føroyum.

– Fyri føroyska samfelagið sum heild, hevur tað øgiliga stóran týdning, at vit hava havt eina sovorðna mentan og traditión at fara út í heim at sigla, sigur Dennis Holm, eftir at hann hevur greitt frá, at tað serliga er í niðurgangstíðum, at nógvir føroyingar sigla uttanlands, og tí hjálpir tað til dømis nógv upp á arbeiðsloysi.

Sambært Dennis Holm eru fleiri orsøkir til, at tað eru so nógvir føroyingar, sum sigla uttanlands.

– Eitt er tað, at tað eru hampiliga góðar lønir, sum yvirmenn fáa aðrastaðni. Men hin parturin er eisini tann, at skipanirnar eru broyttar, soleiðis, at tú sum einstaklingur fær eitt nógv betri arbeiðslív. Tað vil siga, at tú ert burtur eitt tíðarskeið og heima eitt tíðarskeið, og tí hevur møguleika fyri at hava eitt gott familjulív, samstundis, sum tú hevur eitt arbeiðslív, sigur Dennis Holm.