Stóran týdning fyri Føroyar

- Túrarnir á Flemish Kap hava stóran týdning fyri skip og manningar, men eisini fyri føroysk fiskavirki, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen.

- Túrarnir á Flemish Kap í januar og februar leggja líka sum ein fíggjarligan botn undir restina av árinum, sigur skiparin á frystilínuskipinum Kambi, Mortan Mortensen.

 

Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini vísir skiparin á, at báðir túrarnir, sum Kambur og hini føroysku línuskipini gjørdi har yviri, vóru bæði skjótir og góðir.

 

- Hóast vit bara fiskaðu í 21 dagar, var úrtøkan umleið 10 miljónir krónur, og liggur avreiðingarvirðið soleiðis um ein triðing av ársinntøkuni, um inntøkan annars verður á leið, sum undanfarnu árini, sigur hann.

 

Mortan Mortensen vísir á, at túrarnir hjá føroysku frystilínuskipunum á Flemish Kap eisini hava stóran týdning fyri fiskavirkini á landi, tí nærum allur fiskurin verður keyptur og arbeiddur í Føroyum.

 

Í ár vóru fimm føroysk frystilínuskip á Flemish Kap, Kambur, Stapin, Eivind, Klakkur og Ågot. Kambur, Stapin og Eivind landaðu í Kollafirði, og Klakkur og Ågot landaðu í Klaksvík.

 

Føroyska Sjómansmissiónin veit at siga, at øll fimm línuskipini eru farin aftur til fiskiskap.

 

- Ågot roynir undir Føroyum, meðan hini fýra frystilínuskipini fiska í íslendskum sjógvi, har eisini fleiri føroysk ísfiskalínuskip eru. Fiskiskapurin er brúkiligur, og línuskipini royna víða um, verður lagt aftrat.