Stóran týdning at útbúgva fólk til vinnulívið

-Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum eru við til

at útbúgva fólk til vinnulívið. Hetta ger seg eisini galdandi fyri oljuvinnulívið.

-Tað er týdningarmikið m.a. at menna ein vitanardepil á

Fróðskaparsetrinum, ið kann menna hægri førleikar til eitt nú oljuvinnuna heldur Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Hann sigur við mánadags/týsdagsútgávuna á Sosialinum, at hann er sera fegin um, at tey har kunnu verða við til at útbúgva føroyingar til arbeiði uttan fyri Føroyar og vónandi ein dag venda heimaftur. Hann fegnast um, at ein av teirra næmingum, Hilmar Simonsen, sum hevur víðariútbúgvið seg á Setrinum, nú hevur fingið starv í amerikanskari fyritøku, ið veitir tænastur til oljufeløgini.

Hann vísir á, at tað á Náttúruvísindadeildini verða

bjóðaðar útbúgvingar, ið m.a. kunnu brúkast í oljuvinnuni. Í seinnu helvt av 1990-unum varð sett á stovn ein bachelorútbúgving í kolvetnisverkfrøði. Hendan útbúgvingin legði m.a. dent á boring eftir olju og gassi, eins og fortreytir fyri, at olja og gass kundu finnast í og útvinnast úr undirgrundini.

Tey, sum tóku hesa útbúgvingina, hildu fram at lesa til master stig á universitetum í Bretlandi, Danmark og Noregi, og tey flestu eru í starvi innan oljuvinnuna kring heimin. Síðan 2008 er bjóðað út ein bachelorútbúgving í Jarð- og havfrøði, har studentarnir kunnu velja at

leggja dent á jarðalisfrøði og leiting eftir ráevnum, ella dent á havfrøði og umhvørvisfrøði. Nøkur av evnunum eru tey somu sum í útbúgvingini til kolvetnisverkfrøðing.

PhD-útbúgvingar vórðu eisini settar í gongd við atliti at oljuvinnuni. Í 2011 verða tveir studentar lidnir við PhD-útbúgving við denti á kanningar við seismikki. Hesir báðir hava longu fingið arbeiði í altjóða oljuvinnuni.

-Onkur vil kanska siga, at vit hava verið í so tíðliga úti, tí framvegis er eingin oljuvinna komin í gongd í Føroyum. Mín fatan er hinvegin, at vit heldur eiga at vera upp á forkant, soleiðis at vit kunnu hava útbúgvið

fólk tøk, tá oljuvinnan kemur í gongd her. Tey flestu, ið

hava tikið útbúgving hjá okkum, eru í starvi innan oljuvinnuna aðrastaðni. Hetta er jú eitt vælkent fyribrigdi, at vit í Føroyum eisini útbúgva fólk til altjóða vinnu. Her hugsi eg serliga um útbúgvingarnar til

skipsførara og maskinmeistara, har ein stórur partur er í starvi hjá útlendskum reiðaríum.