Stórabretland og ES komin ásamt um Norðurírland

Skiftistíðin gongur ú 31. desember

Stórabretland og ES eru komin ásamt um, hvussu Brexit avtalan skal handfarast og setast í verk, serliga við atlitið til Norðurírland.

BBC skrivar í dag, at allir lutirnir í avtaluni eru ikki almannakunngjørdir enn, men at avtalan verður góðkend ein av komandi døgunum.

Tá skiftistíðin millum Stórabretland og ES gongur út 31. desember, verður markið millum Írland og Norðurírland einasta landamark, ið Stórabretland hevur til ES. Sum partur av fráfaringaravtaluni hjá Stórabretland við ES er sokallaða Norðurírlandsprotokollin, ið ásetur, at einki markareftirlit skal vera við vørum fram við írska markinum, og at í Norðurírlandi eru framvegis ES-standardir galdandi fyri vørur.

Hetta hevur hinvegin havt við sær, at neyðugt hevur verið við eftirliti millum bretska meginlandið og Norðurírland, soleiðis Norðurírland kann halda ES-krøvini.

Hetta kundi bretska stjórnin ikki góðtaka, og Boris Johnson segði í september mánaði, at ES hótti í grundini við einari mat-blokadu um Írska havið. Bretska stjórnin fór tí undir at fyrireika lóggávu, ið skuldi geva bretskum ráðharrum heimild til at síggja burtur frá ES krøvunum í summum førum.

Bretska stjórnin boðar nú kortini frá, at ein partarnir eru samdir um, hvussu ein avtala skal síggja út, ið skal tryggja innflutningin av millum øðrum heilivági og matvørum til Írlands úr Stórabretlandi. Av somu orsøk hava bretar eisini slept ætlanini um egna lóggávu.