Hvørt ár gevur Sosialurin út eitt stórt Ólavsøkublað og soleiðis er eisini í ár. Blaðið er á tremur við góðum ólavsøkulesnaði, har tú millum annað kann lesa um fyrstu ólavsøkuna hjá Anniku Olsen sum borgarstjóra. Tú kanst eisini lesa um Tóru Vestergaard, sum í ár stjórnar ólavsøkukórinum, og tú kanst lesa um nýggja ríkisumboðið í Føroyum.
Blaðið hevur eisini verið á gátt í rúsuni, har man kann lesa um, hvørjir snapsar hóska seg best til tað føroyska borðið. Um Ólavsøkutíð er eisini vanligt, at vespurnar koma út at plága, men tað eru ráð fyri tíð. Hvørji tey eru sæst eisini í blaðnum.
Seinastu mongu árini hava føroyingar kjakast dúgliga um, hvørt tað er rætt ella skeivt, at tjóðbúnin verður broyttur frá ári til ár alt eftir, hvussu mótin er. Tað er tó einki nýtt, ber til at lesa í blaðnum. Hesaferð er tó tað nýggja, at ístaðinfyri at hava ein kvinnubúna, sum er broyttur eftir rákinum, so er tað mannfólkabúnin, sum hesaferð er broyttur.
Ókeypis blaðið er komið í postkassarnar kring landið.










