Heilsumyndugleikarnir í Danmark og Noregi bera ótta fyri, at ein miltbrandssótt kann fara at taka seg upp ímillum sproytumisnýtarar í norðara parti av Evropa.
Higartil eru tveir tilburðir staðfestir í Keypmannahavn, og hetta er fyrstu ferð tey seinastu 50 árini, at hendan lívshættisliga bakterian er staðfest millum rúsevnamisnýtarar í Danmark.
Jyllands-Posturin skrivar, at norsku heilsumyndugleikarnir stúra fyri, at ein miltbrandssótt er við at taka seg upp millum heroinmisnýtarar í Oslo.
Myndugleikarnir halda, at bakterian er komin til Evropa við heroini úr Asia. Í Týsklandi eru tríggir tilburðir staðfestir, og har hevur bakterian kravt eitt mannalív. Tað er eisini sagt frá tilburðum í Fraklandi og í Skotlandi, skrivar Jyllands-Posturin.