Stúra fyri jarðskjálvta í Kalifornia

70 prosent av fólkinum í Kalifornia vænta, at ein harður jarðskjálvti fer at raka statin, men bara 20 pro­sent halda, at tey eru nóg væl fyrireikað til ein slík­an skjálvta.
Eingin veit, nær ein møgu­ligur harður jarð­skjálvti verður í Kalifornia, men tey flestu vænta ein harð­an skjálvta um ikki so langa tíð. Umleið helmingurin av fólkinum halda, at myndugleikarnir eru nóg væl fyrireikaðir, so teir verða førir fyri at veita ta neyðugu hjálpina.
Hinvegin halda nógv tey flestu, at brýr og stór­ir bygningar í Kali­fornia tola ein harðan jarð­skjálvta, tí tey hava álit á teimum krøvunum, sum myndugleikarnir seta til slíka bygging, skrivar AP.