Stúra fyri heimsumfatandi vanlukku av eldgosi í Íslandi

Jarðfrøðingar stúra nú fyri at eldgosið Katla, sum er beint við eldgosið í Eyjafjallajøkuli, eisini fer at goysa í næstum Katla er nógvar ferðir størri gosfjall enn Eyjafjallajøkul og hendir tað, at eldgos verður har eisini, stúra vísindafólk fyri heimsumfatandi náttúruvanlukku.

Orsøkin til, at øll eygu eru vend ímóti Køtlu í hesum døgum, er, at søguliga er samanhangur ímillum eldgos har og eldgos í Eyjafjallajøkul.

Lagt verður tó afturat, at enn eru ongar ábendingar um, at Katla fer at goysa.

Síðani fyrstu niðurseturfólkini komu til Íslands fyri yvir 1200 árum síðani, hevur Katla goyst í miðal tvær ferðir hvørja øld.

Men seinasta eldgosið har var í 1918 og jarðfrøðingar stúra tí fyri, at hon kann fara at goysa aftur, nær tað skal vera.

Hendir tað, at Katla fer at goysa við fullari styrki, fer tað at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri Ísland, men tað kann eisini ávirka allan heimin í nøkur ár.

- Tá ið dust og øska verða goyst langt upp í lofthavið, fer tað at føra við sær, at sólarljósið ikki treingir ígjøgnum og sleppur niður á jørðina sum vanligt.

Og tað kann føra við sær, at hitin fellur á allari jørðini í eini tvey ár og at jørðin lítla og onga grøði kastar av sær, skrivar www.videnskab.dk.

Tá ið Katla hevur goyst, hava avleiðingarnar verið vanlukkuligar. Í 1918 vóru stórar nøgdir av øsku sprænd upp í lofthavið. Jøkulin leyp og so nógv vatn fossaði oman í íslendsku dalarnar, at talan var um fleiri ferðir so nógv vatn, sum rennur í Amazoná

Tað legðist so nógv grót, eyrur og annað tilfar framvið strondini, at strondin flutti seg 3-4 kilometrar longur suður.

Tí ivast jarðfrøðingar ikki í, at avleiðingar av hesum eldgosinum eru smáttarí afturímóti avleiðingunum av einum eldgosi í Køtlu.

Í Íslandi doyði stórur partur av fenaðinum, bæði seyður og neyt, av fluor-eitran.

- Øskan, sum varð sprænd upp í lofthavið, førdi eisini til ringt óklára luft, kaldar vetrar og miseydnaðan heyst, nógva staðni í Evropa.