Kommunusamskipan Føroya stúrir fyri, at uppskotið, sum samgongan hevur lagt fyri Løgtingið um at leggja hægri avgjald á olju, fer at kosta teimum dýrt. Eftir uppskotinum verður avgjald lagt á alla brenniolju til føroysk og útlendsk skip, sum bunkra í føroyskum havnum. Ein avleiðing av hesum er, at kappingarførið hjá føroyskum havnum gerst verri, og í ringasta føri kann hetta hava við sær, at bæði føroysk og útlendsk skip heldur fara at bunkra í utanlands, sigur Kommunusamskipanin.
Lagt verður afturat, at fleiri kommunur hava týðandi inntøkur av, at føroysk og útlendsk skip bunkra olju í føroyskum havnum.
Eisini hava nakrar av kommunur gjørt íløgur fyri at eggja fremmandandum skipum í altjóða sigling at brúka Føroyar til bunkringsstøð.
Kommunusamskipanin sigur, at eftir uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, kann hesin inntøkumøguleikin hjá føroyskum havnum, og tað avleidda virksemi, ið hetta hevur við sær, fara fyri skeytið.
Tí heita tey á Løgtingið um at ansa eftir, at uppskotið verður orðað soleiðis, at hetta virksemið verður flutt av landinum, tí so missa bæði land og kommunur pengar.