Stóra avbjóðingin í føroyskum fótbólti

Stóra avbjóðingin í føroyskum fótbólti er, at gjógvin millum tey ymisku feløgini verður størri og størri

Fyri nøkrum árum síðani viðgjørdu vit á ÍtróttarSosialinum tema’ið um hækkandi pengar fyri altjóða luttøku og hvussu hetta kundi skeikla føroysku kappingina upp á longri sikt. Vit vístu tá á vandan við, at gjógvin millum tey størru og smærru feløgini kom at gerast enn størri enn hon nakrantíð hevði verið, og kundi hetta vera orsøkin til fleiri samanleggingar og til at fleiri feløg duttu niðurfyri.

 

Fleiri samanleggingar og færri feløg

Síðani tá hevur tann tendensurin eisini verið til at fingið eygað á. Farna kappingarár viðurkendu suðuroyingar, at teirra einasti møguleiki fyri at kunna gera seg galdandi í vaksnamannafótbólti var at leggja øll liðini í oynni saman. Og í farnu viku kom fram, at MB hevur tikið besta mansliðið úr føroyskum fótbólti. Tí er tað ein veruleiki, at alsamt fleiri ”smá” feløg hava stórar trupulleikar at fylgja við í føroyskum fótbólti og rópa neyðarróp.

 

Stór gjógv millum feløgini

Fyri stuttari tíð síðani hevði eg eina samrøðu við ein útlendskan venjara, sum fyri ikki so langari tíð síðani hevur starvast í Føroyum. Hann segði at størsti munurin á føroyskum fótbólti og fótbóltinum í tí landinum, sum hann kom frá var, at tað var so kollosalt stórur munur millum tey ovaru og tey niðaru feløgini. Í Føroyum vistu tey ovaru liðini, at tey komu at vinna nærum allar dystirnar móti teimum lægru liðunum, meðan tað í heimlandinum hjá viðkomandi venjara vóru fleiri tættir dystir og óvæntaði úrslit, har tey lægstu liðini tildømis vunnu móti teimum ovaru liðunum á útivølli.

 

Gjógvin økist

Síðani at UEFA hækkaði upphæddina fyri at fáa luttøku í altjóða fótbólti, er gjógvin millum tey bestu liðini í Føroyum og hini liðini vorðin størri. Eitt nú hevur topp fimm í Føroyum verið tað sama síðani ta broytingina - trý tey seinastu árini - og eingin ábending er um, at tað fer at broytast í nærmastu framtíð. Fyri fáum árum síðani var annars heilt vanligt at onnur - smærri feløg - kundu blanda seg við í oddastríðið av og á, meðan sveiggjini hjá teimum stóru feløgunum vóru størri. 

Undan kappingini í ár var ein nýggj broyting framd á aðalfundinum hjá FSF. Og tann broytingin er eisini við at gera gjónna millum tey ymisku feløgini enn størri enn hon hevur verið. Tann broytingin ger, at tey stóru feløgini nú betur fáa brúkt breiddina í teirra hópum við lata eykaspælarar byrja inni á næstbesta liðnum leygardag og at kunna vera innskiftir sunnudag – óansæð aldur. Hetta ger tað lættari hjá teimum stóru feløgunum at hava stórar og breiðar hópar, og at halda øllum nøgdum, og hetta ger umstøðurnar hjá teimum sum ikki hava sítt besta lið í bestu deildini munandi truplari. Fyrst tí at tað nú verður verri at spæla ímóti eykaliðnum hjá teimum stóru feløgunum og næst tí, at tað er verri hjá teimum smærru feløgunum at fáa leikarar sum leypa av frá teimum stóru feløgunum.

 

Trongir til viðgerð og broytingar

Tí slepst ikki undan at tosa um, at allar størsta avbjóðingin í føroyskum fótbólti er, at gjógvin millum feløgini økist so nógv sum hon ger. Og tann problematikkurin trongir til veruliga viðgerð. Til hvussu man fært gjørt umstøðurnar hjá teimum smærru feløgunum betri, og hvussu tað slepst undan at tey smærru feløgini verða noydd at takka fyri seg? Til hvussu man fær hildið so nógvum fótbóltsspælarum til sum gjørligt, uttan at tað skal ganga útyvir ávikavist tey stóru ella tey minnu feløgini o.s.v? Møguliga kann loysnin liggja í at broyta kappingarleistin í vaksnamannafótbólti. Tað ber millum annað til at finna útav, við at viðgera trupulleikan orduliga.

 

Hesin bloggurin er ein bloggur hjá ítróttarskrivaranum hjá Sosialinum, André Olsen, og meiningarnar og tankarnir eru persónligir.