Stór óvissa í persónligu tølunum

Leygardagin mannaði Sosialurin nýggja tingið sambært eini kanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Sambært Jógvani Mørkøre, sum hevur staðið fyri kanningini, kundi umleið helmingurin av teimum avmyndaðu eins væl ikki komið inn, tá stóra óvissan í teimum persónligu tølunum verður havd í huga

Sosialurin prentaði fríggjadagin eina veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin tann 9. og 10. januar. 2069 fólk vórðu spurd í kanningini.

Umframt floksval vórðu respondentarnir eisini spurdir, hvønn persón teir fóru at velja á komandi løgtingsvali. 15 prosent høvdu ikki tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja.

Vert er at leggja til merkis, at í øllum teimum stóru flokkunum svarar umleið ein fjórðingur av teimum spurdu, at tey ikki hava gjørt av, hvønn persón tey fara at velja. Hetta hevur við sær, at óvissan í teimum persónligu atkvøðutølunum gerst sera stór. Hjá teimum smærru flokkunum ivast veljararnir minni í, hvønn persón teir skulu velja.

Tað ber væl til at síggja ávísar tendensir í teimum persónligu tølunum hjá teimum valevnum, sum standa seg væl, men tá ið hugt verður eftir teimum marginalu valevnunum, gerst munurin millum valevnini minimalur. Tí skal manningin av tí nýggja tinginum sjálvsagt takast við stórum fyrivarni.


Helvtin kundi verið øðrvísi

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, hevur um vikuskiftið hugt nærri at teimum persónligu tølunum, og hann metir, at 16 av teimum 33 valevnunum, sum komu í løgtingið sambært kanningini, eins væl kundu dottið út, tí at óvissan er so stór.

23 onnur valevni, ið standa næst á listanum, kundu sostatt eins væl komið ting havandi óvissuna í huga.

Óvissan í teimum smærru tølunum hjá fýra teimum stóru flokkunum er (+/-) 2 prosent. Óvissan hjá teimum smærru flokkunum gerst nakað størri.

Jógvan Mørkøre metir harumframt, at óvissan í undirtøkuni hjá Jacobi Vestergaard, sum var heili 14 prosent, er umleið 4 prosent.


Hesi 23 kundu eins væl komið á ting sambært kanningini:

A: Poul Michelsen (4,2), Bjarni Djurholm (3,8), Óli Breckmann (2,3), Jákup Mikkelsen (2,3) Kitty Mai Ellefsen (1,9) og Kjartan Joensen (1,9)

B: Ingvør Nolsøe (2,0), Rósa Samuelsen (2,0), Helgi Abrahamsen (1,6)

C: Aksel V. Johannesen (2,5), Eyðgunn Samuelsen (2,2), Mamy Dahl Sørensen (2,2)

D: Hans Blaasvær (6,2), Sámal Petur í Grund (6,2), Rúna Sivertsen (4,9)

E: Sirið Stenberg (2,1), Heini O. Heinesen (2,1), Heidi Petersen (1,6), Olga Biskopstøð (1,6), Hergeir Nielsen (1,4)

H: Tordur Niclasen (4,3), Vinjard Johansen (3,2), Egin Henriksen (3,2)