SEV hevur í seinastuni gjørt nógv við at útbyggja skipanir teirra soleiðis, at orka kann vinnast burturúr náttúrukreftunum. Stórar vatnorkuútbyggingar eru farnar fram á Eiði, og eisini er onkur einstøk vindmylla sett upp. Í Eysturoynni stendur ein vindmylla á Skorðhæddini omanfyri Nes á Toftum, og nú hevur SEV avgjørt at seta eina upp eina vindmyllu afturat 500 metrar frá hesari mylluni.
Nýggja vindmyllan verður sett upp á Stovuheyggi, ið liggur beint sunnan fyri vegin millum Toftir og Toftavatn.
Sett upp á Ólavsøku
Nýggja vindmyllan, ið SEV samráðist við donsku fyritøkuna NEG Micom um at keypa, verður helst sett upp um Ólavsøkuleitið. Klæmint Veihe, stóri í SEV, sigur, at myllan verður í hvussu so er ikki sett upp langt eftir Ólavsøku. ? Hetta kemst av tí ofta vánaliga veðrinum í Føroyum. Tá ein setir upp eina vindmyllu, er neyðugt at veðrið er til vildar. Tað ber als ikki til at seta eina vindmyllu upp í vánaligum líkindum, sigur Klæmint Veihe.
? Av tí at nýggja vindmyllan er so stór, verður hon flutt heim til Føroya í smáum lutum. Men um hon kom í fullari stødd, hevði tó ikki borið til at sett hana upp, orsakað av, at eingin krani er í Føroyum, ið kan lyfta eina ógvuliga tunga vindmyllu 40 metrar upp, sigur Klæmint Veihe, SEV stjóri.
Klæmint Veihe sigur, at fólk frá fyritøkuni, ið framleiðir vindmylluna, koma til Føroya at seta hana upp. Hann sigur, at tað sjálvandi hevði verið best, um vindmyllan kom til Føroya í heilum líki, men sum áður nevnt gera umstøðurnar her, at hetta ikki ber til.
Væl sterkari
Klæmint Veihe sigur, at nýggja vindmyllan hevur væl størri megi enn tann, ið longu stendur omanfyri Nes í Eysturoynni. Nýggja vindmyllan hevur nevniliga eina megi á 750 kilowatt, meðan tann gamla bert hevur eina megi á 150 kilowatt.
Við sínum 750 kilowattum klárar nýggja vindmyllan at veita streym til umleið 10 prosent av allari streymnýtsluni í Eysturoynni.
SEV metir kostnaðin av vindmylluni, tá hon er komin upp at standa uppi á Stovuheggi í Eysturoynni, at vera einar fimm milliónir. ? Hetta er tó bert ein meting, tí tekningar av fundamentinum og annað eru ikki liðugar enn, sigur Klæmint Veihe.
Varnir við útbyggingum
Stjórin í SEV sigur, at felagið hevur havt ta hugsan, at ein skal vera varin við at útbyggja ov nógv við vindmyllum og øðrum øðrvísi orkugevandi keldum. Tó kemur nú tann næsta vindmyllan í Eysturoynni, men Klæmint Veihe sigur, at hendan er so stór, at eingin kemur afturat á sama staði.
? Eg skal hóast alt ikki siga, at tað ikki ber til at seta vindmyllur upp aðrastaðni í landinum, men spurningurin er at finna eitt gott vindstað, har eingin turbolensur er, sigur Klæmint Veihe. Hann sigur eisini, at vegur skal vera nærhendis staðnum, har vindmyllur verða settar upp, og eisini er neyðugt, at ein háspenningslinja er tætt við.
Klæmint Veihe sigur, at hetta tó ikki merkir, at ongar vindmyllur koma afturat í Føroyum. Hann sigur, at um onnur støð, ið møguliga kunnu brúkast, finnast aðrastaðni í landinum, so koma hesi einaferð í tíðini eisini upp á tal.
Loyvini ikki í lagi
Tá farast skal undir eina so stóra ætlan, sum at seta eina vindmyllu upp, krevjast nógv loyvi, bæði frá haganum, kommununi, friðingarnevndini og eisini Heilsufrøðiligu Starvstovuni. Og hóast SEV er komið langt í ætlanunum um at seta eina vindmyllu upp afturat í Eysturoynni, eru øll loyvini ikki fingin enn.
Klæmint Veihe sigur við blaðið, at loyvi enn ikki eru fingin frá kommununi og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tó hava friðingarmyndugleikarnir givið loyvi til at sera mylluna upp, og Klæmint Veihe væntar ikki, at tað fer at gerast nakar trupulleiki at fáa loyvi frá kommununi og Heilsufrøðiligu Starvstovuni.