Fólk stillaðu upp til at blíva tatoveraði, frá klokkan 11 á morgni til klokkan trý um náttina Yvir hundrað fólk vóru á gátt í Bryggjuni í Vestmanna, har føroyski tatovørðurin, Dia Jacobsen, íslendski tatovørðurin, Fjølnir, og enski tatovørðurin, Black Pearl høvdu úr at gera at eftirlíka ynskini hjá teimum, ið vilja prýða sítt likam á hendan serliga hátt.
Teir byrjaðu aftur klokkan 11 í morgun, og teir fara at halda fram til umleið klokkan 23 í kvøld.
Tey sum ynska eina pierching hava eisini møguleikan í dag. Tað er Petur Jacobsen, sum reikar fyri hesum.
Umleið klokkan 16 kemur Føroya MC-felag og Føroya Harley Davidson felag til Vestmanna við sínum snøggu motorsúkklum. Motorsúkklurnar verða parkeraðar á kajøkinum í Vestmanna.
Frá klokkan 24 spæla Holgar og Villmenn til dans í Bryggjuni í Vestmanna.









