Stór undirtøka fyri samkyndum hjúnabondum

Nýggj Gallupkanning vísir, at heili 88% av føroyingum, sum eru millum 25 og 39 ár, taka undir við, at samkynd eisini kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband í Føroyum. Í øllum aldursbólkum er meiriluti fyri javnsetan í hjúnabandslógini.

TAð skrivar LGBT.

Heili 88% av øllum føroyingum millum 25 og 39 ár taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga bara 10% av føroyingum í sama aldri, at tey eru ímóti samkyndum hjúnabondum. Hetta vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri LGBT Føroyar.

Meiriluti kring alt landið

Kanningin hjá Gallup vísir, at undirtøkan fyri samkyndum hjúnabondum fellur við aldrinum. Men vit skulu heilt upp til tey, sum eru 60 ár og eldri áðrenn jaligu svarini fara niður um helvtina. Tá svara 48% ja til samkynd hjúnabond, meðan 9% siga seg ikki vita og 43% siga nei til spurningin. Sostatt er tað ikki í nøkrum aldursbólki meiriluti ímóti samkyndum hjúnabondum í Føroyum.

Jaligu tølini eru eisini serstakliga høg millum tey ungu frá 15-25 ár. Her siga heili 84% av ungdóminum, at tey taka undir við samkyndum vígslum. Í aldursbólkinum 40-49 ár siga 67% ja, og í aldursbólkinum 50-59 ár siga 63% ja til spurningin.

2/3 av føroyingum taka undir við samkyndum hjúnabondum

Samlaðu hagtølini vísa, at heili 68% av øllum Føroya fólki taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað er meira enn tveir triðingar av fólkinum.

- Tað eru nærum ongi opin samkynd yvir 40 ár í Føroyum, antin eru tey í skápinum enn, ella eru tey flutt av landinum, mangan orsakað av manglandi rættindum og tolsemi. Tó eru Føroyar broyttar tey seinnu árini, og tað er nógv ung samkynd, sum velja at liva í Føroyum, og tað ávirkar sjálvandi hugburðin hjá teimum undir 40 ár til samkynd. Fyri tey er tað púra natúrligt, at samkynd eru partur av samfelagnum. Men tað er gleðiligt, at eisini millum tey, ið eru eldri enn 40 ár, er meiriluti fyri javnsetan í hjúnabandslógini, sigur Sonja Jógvansdóttir nevndarlimur í LGBT Føroyum.

LGBT Føroyar hevur, seinastu árini, lagt nógva orku í, at seta dagføring av hjúnabandslógini á dagsskránna, og eftir Ólavsøku verður uppskot lagt fram í løgtinginum um at dagføra hjúnabandslógina.