Stór undirtøka fyri felag fyri samkynd

Yvir 100 fólk vóru á stovnandi fundi hjá rørsluni LGBT Føroyar mikukvøldið. Fyrireikarnir eru sera fegnir um jaligu møttøkuna og siga, at hetta er eitt greitt tekin um, at tørvur er á eini rørslu sum hesari og at tíðirnar eru broyttar í Føroyum.

LGBT Føroyar er til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum, og øll sum taka undir við endamálinum hjá rørsluni kunnu gerast partur av henni. Heitið á rørsluni stavar frá ensku styttingini av orðunum ?Lesbian, Gay, Bisexual, and Transgendered?, og er hetta vanligt altjóða heiti á slíkum rørslum.

Føroyska rørslan er tó sjálvstøðug, og hevur í løtuni einki formelt samstarv við aðrar útlendskar LGBT rørslur. Rørslan vil fegin seta eina nýggja dagskrá, sum skal betra um umstøðurnar og rættindini hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum og broyta føroyska samfelagið til eitt meira rúmligt samfelag. Hetta fer at verða gjørt við støði í endamálsorðingini hjá LGBT Føroyar, sum er:

? at leggja lunnar undir eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymiskleikunum hjá hvørjum einstøkum.

? at skapa trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

? at virka fyri, at øll uttan mun til kynsliga ábending og kynsligan samleika skulu hava somu rættindi og skyldur og somu møguleikar at liva og virka í føroyska samfelagnum,

? at bróta niður fordómar og varpa ljós á umstøðurnar hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

? at veita ráðgeving, stuðul og upplýsing

? at virka fyri altjóða samstarvi við líknandi feløg

Á fundinum varð nevnd vald, sum hevur ábyrgdina av virkseminum hjá rørsluni. Í nevndina vórðu hesi vald:

? Eiler Fagraklett

? Katrin W. Bærentsen

? Bjarni Lisberg

? Arni K. Abrahamsen

? Høgni Miné

? Sonja J. Jógvansdóttir

Trý varaumboð vóru eisini vald:

? Turið Teitsdóttir

? Jóan Høgnesen

? Annika Vang

Nevndin skipar seg fyrsta dagin. Á fundinum mikukvøldið varð eisini greitt frá fleiri spennandi átøkum og tiltøkum, sum fara av bakkastokki longu í summar. LGBT Føroyar fer at leggja seg eftir at arbeiða á fleiri ymiskum økjum, og á fundinum vóru fýra ymiskir arbeiðsbólkar settir á stovn, sum fundarfólkið kundu meldað seg í.

Nógv tóku av møguleikanum at verða virkin í arbeiðinum hjá LGBT Føroyar. Teir fýra arbeiðsbólkarnir eru:

Miðla‐ og marknaðarføringsbólkur, sum tekur sær av miðlasamstarvi, samskifti, marknaðarføring, facebook, heimasíðu, lýsingum, PR, og øðrum kreativum uppgávum.

Politiskur bólkur, sum tekur sær av mannarættindamálum, lógarmálum og politiskum málum.

Ráðgevingar‐ og upplýsingarbólkur, sum tekur sær av at gera upplýsandi tilfar til almenningin, undirvísing o.a. Bólkurin fer eisini at veita ráðgeving til samkynd og tvíkynd, transpersónar og avvarðandi teirra.

Tiltaksbólkur, sum tekur sær av tiltøkum, veitslum o.ø, ið fara at skapa eitt jaligt og rúmligt umhvørvi fyri LGBT limirnar.

Fyrireikararnir siga, at eru fólk áhugaði at gerast limir ella taka lut í einum av arbeiðsbólkunum, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til lgbtforoyar@gmail.com. Limaskapur er opin fyri øllum, ið taka undir við endamálinum hjá rørsluni. Rørslan er eisini á facebook og er at finna á ?LGBT Føroyar?.