Talan er um eina standmynd, sum Hans Pauli Olsen skal gera. Hon ímyndar mannfólkabein, bólt og kvinnu, men hon skal eisini vera ímyndin av øllum ítrótti, bæði fyri kvinnur og menn.
Standmyndin verður áleið 230 til hæddar. Kvinnan er í likamsstødd. Sokkulin hevur ein diametur uppá 220 m, er úr granit og standmyndin er úr bronsu.
Standmyndin er partur av eini størri ætlan um at fríðka ítróttarøki í Gundadali.
Væntandi stendur standmyndin longu uppi í oktober 2004.










