Stór seyðahudakapping á Sandi

Leygardagin fara 20 hundar at luttaka í stór­ari seyðhundakapping á Sandi.

Kapp­ingin er kvalifikationskapping til Con­ti­nent­al i 2012, sum verður í Belgia. Kapp­ingin er skipað í tveir klassar, klassa 2 og klassa 3, sum er fyri teir bestu hundarnar.
Kappingin verður hildin nærhendis Søltu­vík á Sandi. Hetta er helst
Størsti teinur, sum er brúktur til hunda­kapp­ing i Føroyum.
Kapp­ing er líknandi teimum, sum vit eitt nú kenna frá sendingum, vit hava sæð á BBC sum kallast "one man and his dog".