Umfatandi kanning av nøgdseminum hjá sjúklingum verður gjørd í føroyska sjúkrahúsverkinum
Í dag fáa umleið 900 fólk sendandi spurnablað, har tey verða spurd um, hvussu tey hava upplivað tær veitingar og tænastur, ið tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum.
Tað er eftir tilmæli frá Sjúklingaráðnum, at landsstýrismaðurin hevur tikið stig til, at tílíkar afturvendandi kanningar skulu gerast. Endamálið við kanningini er at fáa eitt gott grundarlag fyri at betra um dygdina á teimum tænastum, ið sjúkrahúsini veita sjúklingum.
Við hesi kanning koma sjúklingar til orðanna og fáa høvi at greiða frá, hvussu teir hava upplivað dygdina á føroysku sjúkrahúsunum. Tílíkar kanningar eru sera týdningarmiklar, tí sjúklingurin er tann einasti, ið upplivir alla sjúklingagongdina og tí tann einasti, ið kann meta um, í hvønn mun samanhangur hevur verið í sjúklingagongdini.










