Ógvuliga fá taka undir við at fara frá fiskidagaskipanini til eina kvotaskipan á heimaleiðunum.
Hetta kom greitt fram á fiskivinnufundinum á Toftum, men eisini í hoyringssvarunum, sum Fiskimálaráðið hevur fingið, er tað gjøgnumgangandi, at mælt verður frá at fara til eina kvotaskipan.
Hoyringssvarini eru eisinui í móti tí anti trust lóg, sum lagt verður upp til eins og hoyringszsvarini í stóran mun heldur ikki taka undir við, at fiskirættindini verða loyst frá skipunum og latin persónum ella feløgum.
Sambandsfelagið í Eysturoynni, Saamhald, skipaði fyri fiskivinnufundi á Toftum, har teir tríggir, Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins og Jørgen Niclasen, formaður Fólakfloksins, sótu við pallborðið.
-Ja, nógv av hoyringssvarunum ganga ímóti uppskotinum. Um tey fáa ávirkan? Ja, um tey ikki forða fyri at vit náa tí máli, vit hava sett okkum, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður