Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar. Ráðstevnan er ætlað øllum leiðarum og eisini eru løtur settar av til netverkan.
Tólv røðarar verða á ráðstevnuni, harav tveir føroyingar. Teir eru Janus Thomsen, ið er stjóri á P/F Effo, og Páll Isholm, rektari á Miðnámi í Kambsdali.
##med2##
##med3##
Hinir tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja. Teir flestu av teimum eru amerikanarar, millum annað Craig Groeschel, Bear Grylls, Liz Bohannon, Jason Dorsey, Patrick Lencioni og DeVon Franklin. Allir hesir fyrilestararnir verða týddir til føroyskt.
GLS ráðstevnan er fríggjadagin og leygardagin. The Global Leadership Summir (GLS) byrjaði í USA og verður nú hildið í í nógvum londum kring heimin.
Føroyska nevndin í GLS er sett saman við umboðum úr fólkakirkjuni, heimamissiónini, brøðrasamkomunum og hvítusunnu/karismatiskum samkomum.
Undanfarin ár hava vanliga um 350 til 400 fólk verið á ráðstevnuni, og fyrireikararnir vænta aftur hesaferð fullan sal.












