Í nógv ár hava føroyingar droymt um løtuna, sum í kvøld gjørdist veruleiki á Vágsbøi.
Poppstjørnan yvir tær flestu, Cliff Richard, spældi á Summar Festivalinum, og tað gjørdist ein stór løta hjá føroyingum, sum í fleiri áratíggju hava lurtað eftir hansara sangum.
Cliff Richard sang nógvar av sínum kendastu sangum. Hann sang teir góðu, gomlu sangirnar frá 50’unum og 60’unum, hann treiv í popphitt frá 70’unum og 80’unum, og hann hevði eisini onkran gospelsang á skránni.
Føroyingar tóku væl ímóti Cliff Richard, og nógv tilkomin fólk hugnaðu sær saman við ensku popplegenduni.