Stór konsert undir Eyðjafjallajøkli

Klokkan 20 byrjar ein stór konsert í Íslandi. Talan er um eina konsert undir opnum himni við fótin av Eyðjafjallajøkli og við Seljalandsfossi sum bakgrund. Konsertin kann livestreamast á netinum, so hóast tú ikki ert í Íslandi í løtuni, kanst tú komandi tímarnar njóta fremstu íslendsku tónleikararnar. Til dømis luttaka Dikta, Amiina, Mammút, Seabear og nógv fleiri. Harumframt eru eisini gestatónleikarar úr øðrum londum við á konsertini.

 

Stóra útikonsertin er ein liður í átakinum ?Inspired by Iceland?, sum skal fáa ferðafólk at koma aftur til Íslands. Talið á ferðafólki fall nevniliga óalmindiliga nógv, eftir at Eyðjafjallajøkul gjørdi vart við seg, og nú vilja íslendingar fáa ferðafólkið aftur til oynna.

 

Konsertin kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni www.inspiredbyiceland.com, har hon verður livestreamað. Tónleikurin verður eisini lagdur út á hesa síðuna so hvørt, so til ber at síggja framførslurnar beint eftir, at tær hava verið, um tú ikki nært at síggja konsertina beinleiðis.