Stór konsert í Løkshøll

Fríggjakvøldið hin 29. oktober verður stór og áhugaverd konsert í Løkshøll í Runavík - við kendum og dugnaligum tónleikarum. Millum mongu mentanarligu tiltøkini á mentanarvikuni í Runavík verður stór konsert í Løkshøll fríggjakvøldið hin 29. oktober við Millum Frændur saman við Jógvani Hansen og nógvum øðrum góðum tónleikarum.

Konsertin, sum byrjar klokkan 21, kostar 150 krónur, og atgongumerki kunnu keypast á www.nlh.fo - og á kunningarstovunum í Saltangará, Fuglafirði, Klaksvík og Tórshavn.

- Her kunnu fólk uppliva Millum Frændur saman við Jógvani Hansen og hópin av góðum tónleikarum, siga tey á Kunningarstovuni í Saltangará.