Mentanarvikan í Runavík verður fyriskipað í sambandi við, at vinnustevnan FaroExpo 2005 verður hildin í býnum í døgunum frá 25. til 27. oktober. Nógv mentanarlig tiltøk eru á skránni hesa vikuna, og stórfingna konsertin er so eitt av teimum.
Skemt og mótasýning
Umframt teir tríggjar bólkarnar, ið fara at spæla á konsertini, verður eisini ymiskt annað undirhald.
Í pallskiftunum, t.v.s. tá ið skift verður frá einum bólki til ein annan, undirheldur Føroya besti skemtari, Hilmar Jan Hansen, og eftir konsertina verður almennur dansur við einum tí best umtókta tónleikabólkinum í landinum, Showmenn.
Í tíðarbilinum millum konsertina og almenna dansin verður skipað fyri spennandi mótasýning, har handlarnir, Trendfloor og Shop-In, sýna fram nýggjasta mótan í einum tjaldi uttan fyri høllina.
Konsertin við Týr, 200 og Lenu byrjar klokkan 21.00 fríggjakvøldið 28. oktober, og atgongumerkini, ið sum áðurnevnt eru ókeypis, kunnu heintast á øllum deildum hjá Føroya Sparikassa frá komandi mánadegi. Atgongumerkini skulu avheintast persónliga, og nøgdin er avmarkað, siga fyrireikararnir.