Stóra kórið úr Noreg, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum við serstakari skrá, fer at hava konsertir í Havn og í Fuglafirði.
Fríggjakvøldið klokkan 19 er konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og mánakvøldið er konset í Vesturkirkjuni í Havn, har Havnarkórið luttekur.
Kórtiltak
Árliga kórstevnan hevur ikki somu undirtøku millum manna, sum áður, og í hesi ásannan hevur Ólavur Hátún, leiðari í Havnarkórinum, roynt at fingið onkra serstaka vitjan hendavegin. Vanligt er á kórstevnum við gestum, ið stjórna kórinum.
Og tað eydnaðist, um enn tað gekk long tíð, tí gesturin hesaferð er nógv umbiðin maður. Gestakórleiðarin hesaferð er ikki ein og hvør. Ragnar Rasmussen jr. úr Noreg telist millum fremstu kórleiðarar í Norðurlondum.
Og hann vitjar ikki einsamallur. Við sær hevur hann kór, ið telur fleiri enn 50 sangarar. Vit hittu Ólav Hátún og Ragnar Rasmussen, tá Ragnar og kórið komu til Føroya mikudagin.
Syngja Thoedorakis
Ragnar Rasmussen er virkin maður í Noreg og ein av mest umbidnu kórleiðarum í Norðurlondum. Hann starvast í norðara partinum av Noreg, har hann er uppvaksin í tónleikahugaðari familju. Mamman er frálíkur sangari og pápin, Ragnar Baja Rasmussen er somuleiðis kendur kórleiðari.
Ragnar Rasmussen er kendur kórleiðari, sum starvast við leikfólki og professionellum tónleikarum og hann er maður, ið hevur nógv upp á hjarta. Hann er lærari á tonleikaháskúla í Noreg, har okkara egni Sunnleif Rasmussen á sinni gekk og legði linnar undir sína lívsleið sum tónaskald.
Á skránni á ferðini til Føroya er serstøk ská. Ragnar Rasmussen hevur leingi verið hugtikin av tónaskaldinum Mikis Theodorakis. Og hann er tann einasti, hóast mangur hevur roynt seg, sum hevur sett út sangir hjá skaldinum, og fingið útsetingarnar góðkendar av tónaskaldinum sjálvum.
- Eg havi í fleiri ár arbeitt við leikfólki, hóast eg mest fáist við professionellan tónleik.Har eg komi frá eru fólk, ið leika ljóðføri úr Grikkalandi. Eg havi havt samstarv við tónleikaleiðara, sum hevur samstarva við Theodorakis sjálvan og í Noreg býr eisini maðurin, sum í kenda filminum Zorba leikti á serstøku ljóðførini úr Grikalandi, og hann hevur eisini verið partur av serstøku ætlanini við Theodorakissangum, greiðir Ragnar Rasmussen frá
- - Eg havi samstarv við hetta kór, sum nú vitjar í Føroyum. Hetta eru dugnaligir og glaðir amatørar, ið veruliga hava nakað upp á hjarta. Kórið hevur ferðast víða á norðaru hálvkulu, so avgjørt er, at steðgast skal ikki so, og tí eru vit her nú, sigur Ragnar Rasmussen.
- Sangirnir hjá Theodorakis eru sterkir. Tað hendir veruliga mangt, tá vit framføra, tí sangirnir hugtaka fólk. Talan er á ein hátt um einfaldan tónleik, sum er sera sterkur. Um fólkatónleik, sum er einfaldur á positivan hátt og sum røkkur fjøldina. Tónleikurin var í síni tíð bannaður av hernaðarjuntaðini í Grikkalandi og Theodorakis sjálvur hevur eini merkt á sín kropp pínslu og hevur upplivað at liggja á sjúkrahúsi, har pápin ikki kendi hann aftur, so bukaður hann var, greiður Ragnar frá.
- - Theodorakis er frá byrjan klassiskur komponistur í Grikkalandi, har politiska støðan mangan hevur verið vánalig, men hann segði við seg sjálvan, at fólkinum vantar sangir, ikki symfoniir. Einaferð í sekstiárunum segði hann, at tá mínir sangir eru vorðnir fólksins ogn, so kann eg aftur skriva klassiskan tóneleik, sigur Rgarnar Rasmussen.
- - Tað er ein boðskapur í sangunum um frælsi. Bæði innan og uttan. Vit skulu hava tíð at hugsa. Í dag kann ein ikki hyggja at eini sending í sjónvarpinum, uttan at fáa at vita, at eftir hesa sending kemur ein onnur sera spennandi sending. Hetta verður gjørt vart við í einum kassa á rútinum, tá sendingin nærkast endanum. Boðskapurin í sangunum hjá Theodorakis er frælsi, bæði innan og uttan. Eitt skald segði einaferð, at vit eru rík, tí vit hava alt, og tað er eisini alt vit hava. Ein sangur skal kveikja eina hugsan, sum so skal hugsast at enda, hugleiðir Ragnar Rasmussen.
- - Livandi tónleikurin hevur týdning. Hann er ikki so poleraður. Í upptøkuhølunum er alt tøkni. Tú kanst lurta eftir einum ljómbroti, sum í veruleikanum er sett saman av fleiri hundrað samansettum brotum. Tøknin er tænari hjá tónleikinum og ta má ongantíð blíva øvugt, sigur Ragnar Rasmussen
Sanggleðin
Ragnar er vanur at samstarva við yrkistónleikarar og sangarar, men hann arbeiðir eisini við leikfólki og fegnast serstakliga um kórið, sum nú vitjar í Føroyum.
- - Hetta eru glaðir amatørarar, sum hava nakað upp á hjarta, hava nakað at siga. Fólk, sum kunnu geva so nógv, at yrkistónleikarar, sum annars duga væl, øvunda teimum hesa gávuna. Tað hevur týdnig fyri meg at samstarva við slík leikfólk, har sambandið við sanggleðina og sambandið við áhoyraran hevur so nógv at siga, sigur Ragnar.
Ragnar og vitjandi korið hava vunnið fleiri kappingar og heiðursgávur, men tað hevur ikki stóra týdningin, annað enn, at tað er nýtiligt, tá farast skal til vinnulívið eftir sponsorpeningi.
- - Vit vinna hvørja ferð vit hava konsert, mótvegis norska fótbóltslandsliðinum, skemtar Ragnar Rasmussen lítillátin um heiðusgávurnar, harav fleiri eisini eru fyri kórleiðslu
- - Í økinum, har hann starvast, er ikki langt til russiska markið.
- - Tað er í veruleikanum heimsins mest ólíku fíggjarviðrskifti, ið hittast. Vit samstarva nógv um markið á tónleikaøkinum. Eg havi russiskar næmingar og læri eisini frá mær har. Í veruleikanum er tað innan tónleikaarbeiði hjá okkum soleiðis, at vit gera nakrar ofta sagdar kllichéir. til veruleika. at fáa fólk at hittast, ungdómin, at niðurbróta mørk, tað er tað einasta, sum hjálpir og ger mun, sigur Ragnar Rasmussen.
Upp og niður
- Vit høvdu konsert í Lillehammer, kvøldið fyri at vit komu til Føroya, og harvið er fíggingin til ferðina endaliga komin á pláss. Vit fegnast um at koma hendavegin. Her tykist vera líkt tí, ið vit kenna. Landslagið er líkt. Og vit eru sum landslag og veður, har vit koma frá. Vit eru uppi og niðri. Tað er stormur og sól, tó tit her hava mildari vetrar, enn vit hava, sigur Ragnar, sum eisini hevur føroysk vinfólk í Noreg.
Á konsertunum í Føroyum er tað Theodorakis, ið er á skránni. ein skrá, sum hevur hugtikið í Noreg. Í Fuglafirði verður framført fríggjakvøldið klokkan 19 og tá framførslan verður í Vesturkirkjuni mánakvøldið klokan 20, so er Havnarkórið eisini við.
. - Hetta er fyri at vísa gestablídni og so er eisini hugvekjandi at vit syngja "Harra Guð títt dýra navn og æra" saman á báðum málunum. Tað var jú Petur Dass, ið var upprunin til sangin. Og so eru vit við í síðsta partinum av skránni við Theodorakis, sigur Ólavur Hátún, sum hevur fingið teir fleiri enn 50 norskuu kórgestirnar hendavegin.
Prátið fellur á fíggingna, men í Føroyum er tað so, at atgongumekir verða ikki seld í kirkjum, men hava fólk hug at lata pening, so er tey vælkomin, greiðir Ólavur frá.
- Tað er gott at koma hendavegin, sigur Ragnar, sum hevur familjuna við og sum eisini eru í familju við teir seks tónleikararnar, sum eru við.
- - Tað eru jú smá forhld, har vit koma frá, so tað er ikki so ólíkt, sigur kendi norski kórleiðarin, ið gleðir seg at framføra Theodorakis fyri føroyingum
-