Á norðurlendskum dátueftirlitsfundi, sum varð hildin í Havn í síðstu viku, kom fram, at nógvir manglar vóru í skipanunum
Eitt av stóru málunum, sum var umrøtt á norðurlendska dátueftirlitsfundinum, sum var í Havn í síðstu viku, var talgildar heilsuskipanir.
Fyri føroyska dátueftirlitið var hetta eitt sera viðkomandi evni, tá føroyingar fyri fáum árum síðani hava fingið júst eina talgilda heilsuskipan.
Á fundinum greiddi norska dátueftirlitið frá, at tey hava verið á eftirlitsvitjan á fleiri sjúkrahúsum, og at komið er fram til at nógvir manglar vóru í skipanunum.
Komið var fram til, at mannagongdir við hvør hevur atgongd til skipanina vantaðu, og at sjúklingurin tí onga trygd hevur fyri at óviðkomandi ikki kunna síggja teirra journal. Eisini vóru loggkontroll-fyriskriftirnar at fyribyrgja sneytan og øðrum vánaligar, og tí varð ikki skrásett, hvør hevði verið inni í skipanini og hugt.
Eisini vantaðu tilbúgvingarskipanir.
Sostatt vóru stór hol í trygdini í norsku talgildu heilsuskipanini.
Einki verður sagt um, hvussu støðan er í føroysku heilsuskipanini, men Dátueftirlitið leggur dent á, at talan er um sera viðkvænar persónsupplýsingar, og at tað tí hevur stóran týdning at trygdin er í lagi.