Stór FAROEXPO verður størri næsta ár

- Tað týdningarmesta við FAROEXPO í Runavík er, at tær fyritøkurnar sum eru her, eru viðkomandi hvør fyri aðra, soleiðis at tær allar kunnu fáa nakað burtur úr og nakað burtur úr hvørji aðrari, sigur Símun Hammer, fyrireikari. Samstundis sum henda stevnan verður hildin eru hópur av mentanarligum tiltøkum kring allan býin

Runavík: - Tá vit byrjaðu í 2005 vóru einans 25 fyritøkur við. Til stevnuna í ár hava vit skipað marknaðarføringina betur, og nú eru 47 fyritøkur við.

- Vit ætla at fáa uppaftur fleiri við komandi ár, og tað skal ikki undra nakran um 60 fyritøkur verða við tá, sigur Símun Hammer við Sosialin.

Luttakararnir í ár eru flestir úr Føroyum, men eisini fyritøkur úr Noregi og Danmark eru væl umboðaðar á stevnuni. Hinvegin er eingin fyritøkan úr Íslandi ella úr Bretlandi.

Teir hava ikki satsað so nógv uppá Bretland, men ein ávísur áhugi var fyri at fáa íslendingar hendavegin. Hetta eydnaðist kortini ikki.

- Vit merktu tað nokkso týðiliga, at tað koyrdi tungt hjá íslendingum, og at fyritøkurnar vóru seinar at taka avgerð um tær skuldu luttaka ella ikki. Men vit valdu so at leypa upp um Ísland og heldur venda eyguni til hini bæði londini.

- Eg haldi, at stevnan í ár hevur eydnast avbera væl, sigur Símun Hammer.

FAROEXPO byrjaði í gjár í Runavík og endar við ráðstevnu í Kelduni í Skálafirði seinnapartin í dag.


Positiv gongd

Fyri fyrireikaran, Símun Hammer er eingin ivi um, at FAROEXPO hevur fingið sítt fasta pláss í tilvitanini hjá vinnulívinum heima og úti.

Sambært honum hevur stevnan eisini ment seg so mikið nógv og er haraftrat vorðin so stór, at hon í roynd og veru er vorðin ein fastur táttur í menningini av føroysku og útlendsku fyritøkunum.

- Í ár er talið av luttakarum nærum tvífalt so nógv sum tað var fyri fýra árum síðani.

- Tað er tó ikki einans í støddini at stevnan er víðkað. Luttakararnir hjá hvørji fyritøku sær er eisini í vøkstri, slær Símun Hammer fast.

Ein týðilig broyting er, at nógvar av fyritøkunum, sum áður bert høvdu eitt fólk í básinum, nú hava fleiri fólk á sama staði.

- Hetta er ein positiv gongd, sum okkum dámar væl!


Eitt evni

Um ein hyggur aftur á stevnuna sum varð hildin í fjør og á hesa í ár, eru eisini ávísir munir at hóma.

Hetta er ikki minst gjørt út frá teimum eftirmetingum, sum luttakararnir í fjør góvu frá sær. Hesar verða gjørdar á hvørjum ári, og í ár vórðu so partar av teimum tiknar til eftirtektar.

- Ein munur er í øllum førum hann, at tær fyritøkurnar sum hava tikið lut áður, vita nú hvat stevnan gongur út uppá. Tað lættir sjálvandi um, at alt koyrir lættari í ár, sigur Símun Hammer.

Tað vísir seg eisini, at fyrireikararnir hava megnað at marknaðarføra stevnuna munandi betri enn undanfarin ár. Úrslitið av hesum er økta talið av luttakarum og ikki minst áhugin fyri teirri ráðstevnuni, sum verður seinnapartin í dag.

Ein onnur stór broyting við stevnuni er, at tey í ár hava valt at seta brennidepilin á eitt einstakt evni. Undanfarin ár hevur eingin reyður tráður verið sum so, men í ár hevur ein valt heitið: Vinnandi málstýring.



Fáa nakað burturúr

FAROEXPO er vorðin ein parturin av Mentanarvikuni í Runavík. Hóast alt tiltakið ikki endar fyrrenn um vikuskiftið, eru fyrireikingarnar so smátt farnar í gongd til stevnuna komandi ár.

Ætlanin er í fyrstu syftu at stevnan skal vaksa uppaftur meiri í tali. Men Símun Hammer slær tó rimmarfast, at tað ikki er alt:

- Tí hevur tað í roynd og veru ikki so nógv at siga, hvussu nógvar fyritøkur eru við.

- Hinvegin er tað helst so, at tess fleiri fyritøkur sum eru við, tess størri møguleiki at tann einstaka fyritøkan fær okkurt burtur úr onkrum!, sigur Símun Hammer.



Týdningarmikil pallur til mentanina

Tað liggur eitt stórt fyrireikingararbeiði aftanfyri ein stevnu av slíkum slagi sum FAROEXPO.

Innihaldsliga er hon ikki at meta sum ein almenn sølustevna í fyrsta umfari, men ein stevna har menn og kvinnur við felags áhugamálum hittast til fundir og at gera avtalur um samstarv.

Heilt frá byrjan hevur stevnan verið líkasum í tveimum. Ein orsøkin til tað er, at ein slík stevna sum FAROEXPO ikki beinleiðis vendir sær til mannin og kvinnuna á gøtuni, men til tey sum hava fyritøkur av ymiskum slagi.

- Vit hugsaðu tí sum so, at vit eisini ynsktu at okkurt skuldi henda í býnum, soleiðis at fólkið har skuldi merkja til at nakað var fyri tey, sigur Símun Hammer, fyrireikari.

Hugskotið til hetta konseptið hava teir fingið úr norska býnum Stavanger, har ein hevur góðar royndir við at samantvinna eina oljuráðstevnu við eina mentanarstevnu í býnum.

Í Runavík sæst hetta samstarvið aftur ymsastaðni í býnum, eins og mentanarlig innsløg hava verið á stevnuni hvørja ferð ein steðgur hevur verið, og í samband við ráðstevnuna og galladøgurðan í kvøld.

- Her fær Runavík ein serstakan pall at sýna nakað av tí, sum tey hava at bjóða fram á tí mentanarliga økinum!