Stór føroysk KT-KST íløga uttanlands

P/F Formula.fo hevur saman við Føroya Tele, Eik Grunninum og TF Holding stovnað íløgufelagið Formula International P/F. Møguliga verða eisini aðrir føroyskir íleggjarar við.

Formula International P/F er stovnað við tí endamáli at keypa og byggja upp KT- og KST fyritøkur uttanlands, sum kunnu vera ein týðandi leikari á útlendska marknaðinum, og samstundis virka sum marknaðar- og sølulið fyri føroyskum KT- og KST loysnum uttanlands.

Stovnanin av Formula International er liður í tilgongdini hjá Formula støðugt at menna virksemi uttanlands, og í hesum sambandi útflutninginum av skipanarloysnum, sum Formula hevur ment.

Formula International kann eisini vera støði undir útflutningi av øðrum føroyskum KT-skipanum, sum eru mentar í Føroyum og hava útflutningspotentiali.

Fyrsta íløgan hjá Formula International er longu framd. Gjøgnum danska holdingfelagið, sum Formula International eigur 100%, hevur samtakið keypt stóru donsku KT-fyritøkuna Munk IT. Eisini eru samráðingar um keypa eina KT-fyritøku afturat í Danmark.

Eftir føroyskum mátistokki er talan um eina sera stóra íløgu ? í fyrsta umfari samanlagt omanfyri 100 mió.kr. ? sum væntandi kemur at hava við sær eitt gott avkast til føroysku luttakararnar, og harvið til føroyska samfelagið. Mett verður, at íløgan í Formula International kann hava stóran strategiskan týdning fyri virksemið hjá bæði Føroya Tele og Formula, og somuleiðis verða ein góð fíggjarlig íløga hjá Eik Grunninum og TF Holding, umframt hinum luttakarunum í verkætlanini.