Stór amerikansk nøvn í kvøld

Í kvøld kunnu millum annað amerikanskir bólkar sum Blind Boys of Alabama, Tennessee Mafia Jug Band og Hellzapoppin upplivast á G! Festivalinum.

 

G! Festivalurin byrjaði longu á middegi við barnatiltøkum, og nú seinnapartin byrja framførslurnar á teimum trimum pallunum.

 

Trý av stóru nøvnunum á festivalinum í kvøld eru úr USA.

Blind Boys of Alabama er eitt av høvuðsnøvnunum á G! í ár, og teir spæla á Sandinum kl. 21.00. Eftir teir spælir Tennessee Mafia Jug Band á Spæliplássinum. Og seinni ber til at uppliva freakshow við Hellzapoppin – tað er tá, at menn eta eld og stappa skrúvubløð upp í nøsina.

 

Fleiri kend føroysk nøvn kunnu eisini upplivast á G! Festivalinum í kvøld. Týr spæla rockkonsert á Sandinum, og Páll Finnur Páll hava seinastu framførsluna, sum verður á Sandinum í kvøld. Teir spæla kl. 01.50.

 

Eisini fara nøvn sum Hallur Joensen, ORKA, Brynjolfur, Guðrið Hansdóttir og Benjamin at spæla.