Ì mai komandi ár skulu nakrir unglingar úr Runavíkar kommunu umboða norðurlond á einari stórari altjóða "First Lego League" kapping í Týsklandi.
"Legovinir" vunnu fyrr í ár First Lego League í Føroyum, og sluppu harvið at umboða Føroyar í norðurlendskari First Lego League kapping, sum var í Noregi fyrst í desember í ár.
Har gekk framúr væl, og vóru unglingarnir úr Runavíkar kommunu, sum ganga í sjeynda, áttanda og níggjunda flokki heilt frammi í oddinum.
Fríggjadagin vitjaðu Legovinir, og lærari teirra, Dan Lamhauge jólasendingina hjá Rás2, sum varð send úr Runavík, har teir greiddu frá avrikunum higartil, umframt at greiða frá stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.
Prátið við Dan Lamhauge og Lukas Nygaard og Rógva Langgaard, sum umboðaðu Legovinir kann hoyrast undir greinini.