Stór afturgongd og uppsagnir í Danske Bank

Danske Bank hevur 2,2 mia. krónur í avlopi í fjør. Árið fyri var avlopið oman fyri 19 mia. krónur Danske Bank hevur í morgun almannakunngjørt úrslitið fyri 2008, og sum væntað var úrslitið munandi verri enn í 2007.

Bankin hevði 2,2 milliardir krónur í avlopi í 2008, men tá er nógv sett av til tap og burturleggingar. Til samanberingar hevði bankin meiri enn 19 milliardir í avlopi í 2007.

Í sambandi við roknskapin bleiv upplýst, at Danske Bank fer at siga 350 medarbeiðarum úr starvi.

Eisini bleiv upplýst, at Danske Bank fer at læna 26 milliardir krónur úr tí seinna bankapakkanum.