Stólarnir í flogførum kunnu avdúka yvirgangsmenn

Ein fyritøka í Bretlandi er í ferð við at gera eitt serlig slag av stólum til ferðamannaflogfør. Stólarnir skulu eftir ætlanini avdúka møguligar yvirgangsmenn.

-Vagar tower. Hetta er Speedbird 770. Stólur nummar 26B vísir eitt óróligt ferðafólk, sum sveittar. Vit halda, at vit hava ein yvirgangsmann umborð og biðja um loyvi at neyðlenda.

Hetta ljóðar kanska sum eitt brot úr einum óhugnaligum framtíðarfilmi, men sambært bretsku fyritøkuni QinetiQ er tað als ikki ómøguligt at gera flogfarastólar, sum kunnu avdúka møguligar yvirgangsmenn millum ferðafólkini.

Granskarar hjá fyritøkuni hava gjørt ein flogfarastól, sum við trýstmátarum og aðrari útgerð kann siga ein heilan hóp um ferðafólkini. Eitt nú kunnu starvsfólkini í flogfarinum síggja, um ferðafólk sveitta, hvussu heit tey eru, og um tey eru rólig ella ikki.

Bretska fyritøkan roknar við, at teir fyrstu stólarnir av hesum slagnum kunnu setast í flogfør um eitt ár.