Tað eru óivað mong, sum eru av teirri fatan, at tað eru alt ov fáar avbjóðingar til næmingarnar á miðnámsskúlunum kring landið. Fleiri vilja verða við, at næmingarnir alt ov sjáldan fáa møguleika fyri at royna seg og síni skapandi evnir. Fyri at bøta um hetta avgjørdi undirvísingar og mentamálastýrið hjá landsstýrinum at skipa fyri eini stílakapping millum næmingarnar á teimum ymsu miðnámsskúlunum kring landið. Evnið, ið skrivast skuldi um, var at taka lut í framtíðarsamfelagnum.
Hevur altíð skrivað nógv
25 ára gamli Jón Tyril úr Gøtu vann kappingina, og hann sigur, at hann ikki var ovfarin, tá ið hann sjálvan jólaaftan fekk boðini um, at hann hevði vunnið kappingina og harvið tær 1.500 krónurnar, sum vóru høvuðsvinningurin. Jón gongur í 1. Hf í studentaskúlanum á Kambsdali, og sum hann sjálvur sigur, so er hann so mikið eldri enn flestu av hinum næmingunum á teimum ymsu miðnámsskúlunum, at hann hevur nógv meiri lívsroyndir at byggja stílin á, umframt at hann somuleiðis á henda hátt betur kann seta tingini í mun til gerandisdagin, sum hann sjálvur málber seg.
Jón sigur við Yngd, at hann altíð hevur skrivað nógv. Onkur søgan liggur heima í skuffuni, men hann hevur eisini roynt seg sum ummælara hjá Dimmalætting. At skriva er eitt av frítíðarítrivinum hjá honum, og tað sama er galdandi við tónleiki, sum hevur hansara stóra áhuga. Tá ið Prix Føroyar kappingin verður í Vágum komandi vikuskifti, verður Jón Tyril ein av luttakarunum. Bólkurin, ið hann spælir í, nevnist Klikkheys.
Var ikki trupult at skriva um
Tá ið vit spyrja Jón, um tað var trupult at skriva um evnið, ið var valt til stílakappingina, so svarar hann skjótur, at tað var tað ikki. Evnið var viðkomandi, og tað er nógv at skriva um evnið.
Haraftrat er tað ikki so drúgt at skriva ein stíl, sigur Jón og leggur aftrat, at stílar í veruleikanum ikki eru til. Teir eru bert til í skúlahøpi og verða als ikki nýttir aðrastaðnis. Ein stílur er bara nakrir karmar, sum ein skal útfylla, sigur Jón.
Sum tað eisini framgongur av stílinum hjá Jón, so er hann av teirri fatan eins og flest onnur, at teldurnar koma at hava ein sera stóran leiklut í skúlunum í framtíðini so væl sum nú, og hann sigur í hesum sambandi, at tað er ótrúligt, at Føroya Læraraskúli, sum skal útbúgva fólk til at undirvísa í skúlunum, ikki hevur eina lærugrein, ið nevnist teldulæra.
Somuleiðis heldur Jón tað verða eitt sindur undrunarvert, at starvsfólk á almennum stovnum undir ávísum treytum fáa møguleika fyri at keypa sær eina teldu frá sínum arbeiðsgevara, har tey so gjalda einar 200 krónur um mánaðin, og so eiga tey telduna aftan á umleið tvey ár. Hetta kostar landinum nakað av peningi, men verður mett sum ein íløga, sum tað í nógvum førum als ikki er. Jón sigur, at ein næmingur á einum miðnámsskúla í Føroyum ikki hevur ráð til at keypa sær eina teldu við verandi stuðulsskipan, men høvdu næmingarnir fingið eitt slíkt tilboð sum starvsfólkini á almennum stovnum, so høvdu ein rúgva av teimum tikið av. Tvey ár seinni, tá ið tey møguliga vóru liðug við útbúgivingina, áttu tey so eina teldu, og hetta hevði verið ein nógv betur íløga í framtíðini.
Hugurin er skapandi
Sum áðurnevnt, so hevur skriving rættuliga stóran áhuga hjá Jón, og ein kundi væl ímynda sær, at ein slíkur persónur eftir lokna skúlagongd á HF á Kambsdali fór á eitt nú rithøvundaskúla ella okkurt líknandi. Til hetta sigur Jón, at tað ætlar hann sær ikki. Hansara hugur liggur meiri til lýsingarvirksemi, og hann kundi væl hugsað sær at lært innan tað øki.
Felags fyri alt hetta er so tað, at hugurin hjá Jón er til okkurt skapandi virksemi, har hann kann síggja eitt úrslit av sínum arbeiði.