Støkk fingið byggiloyvi

Fimleikafelagið Støkk hevur fingið byggiloyvi til nýggju fimleikahøllina í Runavík, sum bæði hevur høll til amboðsfimleik og estetiskan fimleik

Fimleikur: Tað er TN Bygging, sum skal byggja nýggja fimleikahøllina, og nú er komið so langt, at Runavíkar kommuna í farnu viku einmælt samtykti at geva byggiloyvi. Eisini er tilsøgn fingin um fígging frá Norðoya Sparikassa.
Ludvík Justinussen, formaður í bygginevndini, sigur við Rás 2, at tey fegnast um, at teir síðstu brikkarnir nú eru komnir á pláss. – Gongst sum ætlað, verður farið undir útgrevsturin beint eftir páskir, og um tvey ár stendur høllin liðug, sigur hann.
Talan er um ein tilsamans 1.700 fermetra stóran bygning, sum fer at kosta 21,5 milliónir krónur. Tá fer Støkk undir einum taki at ráða yvir tveimum hallum, einari til amboðsfimleik og einari til estetiskan fimleik, ið báðar lúka øll altjóða krøv.
Ludvík Justinussen sigur, at høllin er gjørd til at hýsa øllum fimleikinum hjá Støkk, og tað verður eitt stórt framstig, tí sum er, húsast felagið í fleiri hølum.