Um vikuskiftið bleiv heimsins besta lið í estetiskum fimleiki kosið. Kappingin fór fram í Finnlandi og 27 lið luttóku. Kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag, sum eru føroyameistarar, luttóku eisini í árligu HM kappingini, har tær endaðu á 23. plássi.
- Tað eru fleiri orsøkir til, at føroysku liðini, sum luttaka til so stórar kappingar, ikki klára seg betur, men fyrst og fremst krevst ein broyting í hugburðinum til fimleik. Eisini má venjingarhátturin broytast, sigur Elna Johannsen, sum hevur verið altjóða dómari síðani 2005.
Munurin ov stórur
Sum altjóða dómari er Elna Johannsen einar tríggjar til fýra ferðir um árið uttanlands sum dómari í stórum fimleikakappingum. Harafturat dømir hon eisini kappingar í Føroyum. Hon fegnast um, at føroyskir fimleikarar luttaka í kappingum úti í heimi og heldur, at altjóða luttøka hevur stóran týdning fyri føroyskt fimleikalív.
- Tað er stuttligt, at fimleikalið úr Føroyum sleppa at luttaka í slíkum kappingum, tí tá ber til at samanbera seg við lið úr øðrum londum og eisini fáa íblástur, sigur Elna Johannsen.
Hóast hon heldur tað vera gleðiligt, at føroysk fimleikalið sleppa at kappast uttanlands, vísir hon á, at stórur munur er á føroysku og útlendsku liðunum.
- Munurin er ov stórur, og tíverri er tað soleiðis, at hesi fimm árini, vit hava luttikið í altjóða kappingum í estetiskum fimleiki, er munurin á okkum og hinum liðunum ikki blivin minni. Heldur tvørturímóti, staðfestir Elna Johannsen.
Hon sigur, at tað, at Føroyar eru so lítlar, ivaleyst hevur sína ávirkan.
- Vit eru eitt lítið land, og tískil er úrvalið av veruliga góðum fimleikarum ikki so stórt. Tað merkir, at vit eru noydd at hava íðkarar, sum ikki tíma fimleikin hundrað prosent, við á teimum bestu liðunum, sum eru í Føroyum.
Mugu venja meir
Serliga eru tað smidleiki og grundvenjing av øllum kroppinum, sum føroysku fimleikarunum væntar.
- Tað eru tey bæði tingini, sum líkasum ganga aftur, tá føroysk fimleikalið luttaka í altjóða kappingum. Størri áherðsla má leggjast á at styrkja allar vøddar og gera fleiri venjingar fyri smidleika, tí tað haltar í stóran stíl, sigur Elna Johannsen og heldur fram:
- Ein trupulleiki er eisini, at íðkarar í Føroyum byrja ov seint og gevast ov tíðliga. Byrjar tú ikki at venja hetta slagi av fimleiki sum heilt ung og venur miðvíst, so verður torført at blíva veruliga góð. Fleiri av teimum heilt góðu íðkarunum í estetiskum fimleiki í Føroyum steðga við fimleikinum, tá tær eru um 18 ára aldur. Klárar tú teg væl er eingin orsøk at steðga bara vegna aldur, sigur Elna Johannsen og vísir á, at eitt russiskt lið, sum bleiv nummar fimm til heimsmeistarakappingina hesaferð, hevði íðkarar, har allar vóru seinast í tjúgunum, og onkrar vóru fyrst í tredivunum.
- Skulu vit ikki enda aftast í hesum kappingunum, mugu vit venja meir. So einfalt er tað. Tað er harmiligt, men støðið er als ikki nóg gott, tá vit vilja verða við í altjóða kappingum, sigur Elna Johannsen.
Ongar undanførslur
Ofta verður Elna Johannsen spurd, um hon ikki kann venja og leggja føroysku íðkarunum lag á, og tað ger hon javnan. Men hon setur seg ikki føra fyri einsamalla at hava ábyrgdina av at fáa fimleikin í Føroyum á eitt hægri støði.
- Eg kann ikki sum dómari læra eitt føroyskt lið at gera fimleik og gera støðið hægri, men eg kenni jú reglugerðina og kann siga teimum, hvat skal gerast annarleiðis. Eisini vil eg fegin hjálpa við at seta føroysku venjararnar í samband við útlendskar venjarar, sum kunnu koma henda vegin at leggja lag á. Ikki tí, føroysku venjararnir gera eitt megnar arbeiðið, men ein útlendskur venjari fæst við fimleikavenjing burturav og hevur sum oftast verið innan ítróttin í nógv ár og kann tillaga venjingina til tað einstaka liðið, heldur Elna Johannsen fyri.
Javnan verður ført fram, at umstøðurnar at íðka fimleik í Føroyum ikki eru nóg góðar allastaðni í landinum, og tískil kunnu íðkararnir ikki mennast og blíva betri. Men hesum er Elna Johannsen als ikki samd í.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu brúka hasa undanførsluna, tá vit ikki klára okkum væl í eini kapping úti í heimi. Tá tað kemur til stykkis, eru tað venjingin og hugburðurin, ið bila, slær Elna Johannsen fast.
- Orsøkin til at eg sigi, at umstøðurnar í síðsta enda ikki ávirka, hvussu góðir fimleikararnir eru, er tann, at eg havi sæð umstøðurnar hjá liðum, ið eru blivin heimsmeistarar. Til dømis í Bulgari, har eru umstøðurnar fleiri staðni út av lagi vánaligar, men kortini eru lið úr Bulgaria blivin heimsmeistarar fleiri ferðir.
Kenslurnar eru við
Tá Elna Johannsen, ið er úr Rituvík, er úti í heimi og dømir stórar kappingar, situr hon vanliga saman við 12 øðrum dómarum. Dømingin er býtt í tríggjar partar; tað tekniska, listarliga og sjálv framførslan. Sostatt eru tey fýra, ið døma í hvørjum bólki.
- Ein tíma áðrenn ein slík kapping byrjar er lutakast, har funnið verður útav, hvat tú skalt døma undir kappingini. Tískil veit eg ikki frammanundan, hvør mín uppgáva verður undir dømingini fyrr enn beint áðrenn kappingin byrjar, sigur Elna Johannsen, sum sigur tað vera nakað serligt at vera dómari til altjóða kappingar, tá føroysk lið eru við.
- Føroyska liðið skal dømast júst eins og hini liðini, men onkursvegna eru kenslurnar meira við, tá tú skrivar karakterirnar niður. Tað kann ikki umgangast, tí Føroyar eru jú so lítlar, og øll kennast onkursvegna, sigur Elna Johannsen og heldur fram:
- Og tá eg sigi, at kenslurnar eru meira við, tá meini eg, at mann vónar so inniliga, at tað gongst teimum væl, og tær fáa eitt gott úrslit. Eg veit, at fleiri teirra hava lagt nógva orku í fimleikin, og tí ynskir mann teimum sjálvandi alt tað besta, greiðir Elna Johannsen frá.
Seinastu átta árini hevur Elna Johannsen virkað sum altjóða dómari í fimleiki, og tá hon samanber føroyska fimleik við tann útlendska, sær hon ein greiðan mun. Men hon heldur tað als ikki vera ógjørligt, at føroyskur fimleikur kemur á eitt eins høgt støði og fleiri av hinum londunum, ið luttaka í kappingum úti í heimi.
- Sjálvandi hava vit møguleika at gerast betri. Umframt at venja rætt og hava rættan hugburð til fimleikin, so skulu vit halda fram við at luttaka í kappingum uttanlands. Tað er haðani vit fáa íblástur og kunnu venja okkum við at kappast á høgum støði.